Suðuroy eigur toppin

3. umfar í 1. deild í fótbólti hevur verið á skránni í dag. Klokkan 16 var fyrsta bríksli í uppgerðini á Svangaskarði, har VB/Sumba vitjaði teir næstbestu hjá B68. VB/Sumba vann 3-1, og harvið er greitt, at tey bæði feløgini í Suðuroy ? TB og VB/Sumba ? eru tey einastu, sum hava fulla úrtøku eftir trý umfør.

Hini bæði feløgini, sum hava møguleika at flyta upp í bestu deildina, eru á triðja og fjórða plássi. Toppuppgerðin um eina viku verður á Vágseiði, tá ið AB fer at vitja VB/Sumba.

 

Úrslitini í 3. umfari

AB-Víkingur 8-1 (2-1)

TB-07 Vestur 4-0 (1-0)

KÍ-NSÍ 2-1 (2-1)

B68-VB/Sumba

HB-EB/Streymur 3-0 (0-0)

 

Støðan

TB og VB/Sumba 9 stig

07 Vestur og AB 6 stig

Víkingur og HB 4 stig

EB/Streymur og KÍ 3 stig

NSÍ og B68 0 stig

Øll liðini hava spælt tríggjar dystir uttan EB/Streymur, sum hevur spælt fýra dystir, og NSÍ sum hevur spælt tveir dystir.

 

4. umfar leygardagin 3. mai

07 Vestur-EB/Streymur

Víkingur-TB

VB/Sumba-AB

NSÍ-B68

HB-KÍ