Jón Guttesen
Trongisvágur
???????
Loksins var suðuroyarætlanin borðin heim í húskini í suðuroynni og tað er væl skilligt at suðuroy-ingar kenna seg vónbrotnar. Sigast má eisini at bráðfeingishjálp til suðuroynna ikki er at finna í nakrari ætlanin.
Men eg ætlaði at tríva í okkurt sum ikki hevur verðið nevnt í kjakinum farnu tíðina.
Sjálvbjargni
Sjálvbjargni og drívmegin og ynski um sjálvbjargni er fremsta tilfeingi hjá einum fólki. Hetta býr eisini í suðuroyingum og hetta eiga suðuroyingar ikki at lata frá sær til nakra samgongu. Suðuroyarætlanin sum fyriliggur eigur at styrkja okkum í, at vit sjálvi sita við framtíðini í okkara hondum og at tað er okkara máttur og dirvið sum skapar framtíð her suðuri.
Nýstovnaða íleggjarafelagi hjá Suðuroyar Sparikassa prógvar viljan til at skapa virksemi í oynni.
Samhaldsfesti
Suðuroyingar eiga at ásanna at hvør stertur sum kemur á land her suðuri og hvørt arbeiðspláss sum verður skapt í oynni kemur øllum suðuroyingum til góðar. Hvør vøra og tænasta sum verður seld uttan-lands ella norðureftir, kemur øllum suðuroyingum til góðar. Somuleiðis er hvør arbeiðstøkur suðuroyingur og hvør ungdómi farin av oynni, ein missur fyri alla oynna. Áhaldandi sundurlyndi er ein forðing í menn-ingini av oynni.
Nýstovnaða alivirkið er prógvið ið vísir at vit megna. Fremsti eginleiki hjá nýggju fyritøkuni er at hon hevur ringar á fyrðum kring allað oynna. Somuleiðis er virkið komi í lag í við íleggjarum úr báði Tvøroyri og Vági.
Nýggjar landsíløgur
Tørvur er á áhaldandi íløgum fyri at hava virksemi í oynni. Hov-Øravík bergholið og miðnámsskúli eru verkætlanir sum vóru raðfestar av undanfarnu samgongu. Sitandi sam-gonga eigur at taka táttin upp og fáa raðfest nýggjar íløgur í oynni, so at steðgur ikki kemur í virksemi.
Aðrar vinnugreinir
Suðuroyggin má gerðast minni bundin av fiskatilfeingi. Einoygd fokusering á fiskatilfeingi og flakavinnu forðar fyri menning av øðrum vinnugreinum og fyri ílegum í aðrar vinnugreinir. Vit mugu sýggja okkara tilfeingi í síni heild.
Møguleikarnir í ferðavinnuni eru als ikki troyttir. Illvilji móti at játta pening til ferðavinnuna má fáast burtur og neyðugt er at seta professionella leiðslu til at savna og menna ferðavinn-una her suðuri. Ein sterk ferðavinna gevur arbeiði til ófaklærd og er ein náttúr-ligur avtakari av einum parti av tí arbeiðsmegi sum nú gongur fyri einki.
Almenn arbeiðspláss
Samgongan eigur at taka málið um strandferðsluna uppaftur, sum varð so dyggiliga vrakað fyri árið síðani. Almannastovan frátikin, tá er strandferðslan helst einasti almenni stovnur sum hevur meginpartin av sínum virksemi í Suður-oynni. Eftir at farmaleiðir eru einskjildar og siglingin um Leirvíksfjørð steðga, er fremsta endamál hjá strandferðsluni at reka suðuroyarleiðina. Tað er sjálvssagt at strandferðslan skal virka úr Suðuroynni.
Almenn fjarstørv
Ásannandi tann trekleika sum er í móti at flyta almenn arbeiðspláss til útjað-aran, eigur løgmaður at seta fram krav um, at starvandi fáa møgulleika at búgva í útjaðaranum samtstundis sum tey starvast í almennu fyrisitingini. Hetta tí løgmaður er fremsti myndug-leiki í almennu fyrisitingini. Somuleiðis eigur landsstýri at seta fram krav um, at allir almennir stovnar sum landstýri varðir av, hava ein starvsfólkapolitik sum loyvir teirra starvsfólkum at fjarstarva. Miðsavningin av førleikakrevjandi størvum má mótvigast við, at tey starvandi fáa møguleika at búgva á útoyggj og í útjaðaranum.
Fleiri útbúgvingar
Suðuroyggin er við skerdan lut tá tað ræður um útbúgvingar. Byggingin av einum nýggjum Almanna- og Heilsuskúla (AHS) skal ikki tarnast. Heldur skulu bý- og bygdaráðini savnast um nýggja skúlan, og krevja at møgulleiki verður fyri at skúlin í framtíðini eisini kann hýsa útbúgv-ingini sum sjúkrarøktarfrøðing. AHS, saman skúlum norðanfyri, prógvar at tað ber væl til at hava útbúgvingarstovnar úti um landið.
Sjálvbjargni aftur
Men sum eg byrjaði við. Sjálvbjargni og drívmegin og ynski um sjálvbjargni er fremsta tilfeingi hjá einum fólki. Hetta býr eisini í suðuroyingum og hetta eiga suðuroyingar ikki at lata frá sær til nakra samgongu. Suðuroyarætlanin sum fyriliggur eigur at styrkja okkum í, at vit sjálvi sita við framtíðini í okkara hondum og at tað er okkara máttur og dirvið sum skapar framtíð her suðuri.