Í heyst tók SALT stig til at stovna Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Fitt av fólki hava víst stóran áhuga fyri hesum. SALT hevur skipað fyri einum sjónleikaraskúla.
Síðani hevur verið vant fram ímóti einari kabarett.
Komandi vikuskiftið verður Suðuroyar Kabarettin veruleiki í SALT.
Mariann Johannsen, forkvinna í Suðuroyar Sjónleikarafelag, sigur við Suðurrás, at tey eru sera spent til hesa fyrsti framsýningina, sum verður leygarkvøldið.
Útselt er til hesar fyrstu sýningarnar leygar- og sunnudagin, men tvær sýningar afturat eru settar á skrá í komandi viku.
Kabarettin tekur ymiskt lokalt upp, men eisini landskend fólk sleppa á pall, eittnú politikarar, og kenda Grillbúðin hjá Símun hevur eisini ein leiklut.
Tað er Klæmint Henningsson Isaksen, sum er leikstjóri á Suðuroyar Kabarettini.
Myndin er tikin undir venjing av kabarettini í SALT.