Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum Kristina Háfoss legði fram í gjár, halda kanningar viðvíkjandi suðuroyartunnli fram.
Í 2018 hevur peningur verið játtaður til forkanningar, og í uppskotinum fyri 2019 stendur, at soleiðis verður eisini í 2019.
Eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur, sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019.
Í fíggjarlógaruppskotinum stendur soleiðis:
Eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Víst verður á eina loysn, har tunnilin fer av Sandi yvir Skúvoy til Sandvíkar. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Tað eru játtaðar 500 tús. kr. til jarðfrøðiligar kanningar í 2018, og er upphæddin brúkt til at gera innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar á landi. Harumframt eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy.
Tað verða játtaðar 500 tús. kr til endamálið í 2019. Her skal viðmerkjast, at Landsverk mælir til at játta 2,0 mió. kr. til at gera seismiskar kanningar í 2019.