Tríggir suðuroyingar, William Berg, Kári Strøm og Dánjal Olsen, hava fingið heiðurin at verða ársins fyrstahjálparar 2012.
Í august 2012, vóru teir tríggir til arbeiðis, tá teir síggja ein bil fara á sjógv.
Maðurin í bilinum sleppur úr bilinum sjálvur, men blívur síðani lívleysur at síggja til. William leypur útí, at halda manninum uppi úr sjónum, meðan Kári og Dánjal loysa ein árabát.
Teir rógva út til William, og saman fáa teir mannin upp í bátin og síðani uppá land. Komnir í land geva teir manninum fyrstuhjálp til sjúkrabilurin kemur á staði.
Fyri at hava handla skjótt og hava hjálpt í eini avgerandi løtu, hevur Reyði Krossur Føroya valt at útnevna teir tríggjar á myndini, frá vinstru, William Berg, Kára Strøm og Dánjal Olsen til ársins fyrstahjálparar 2012.
Teir hava fingið heiðursbræv frá Reyða Krossi og peningagávu frá Tryggingarfelagnum Føroyar fyri avrik teirra.