Jákup Veyhe savnaði í gjár fulla høll í skúlaseplinum í Hovi, og eftir at hava klappað Jákup og Kim Hansen inn aftur tvær ferðir, sluppu suðuroyingar teimum loksins av palli. Sýningin, ið ætlað tekur 5 korter, vardi í gjárkvøldið meira enn 6 korter, tí tvær ferðir máttu Jákup og Kim aftur á pall at vísa eykatilfar.
Suðuroyingar hugnaðu sær óført, nú sýningin ?Meðan vit liggja við Kaj? vitjar í Suðuroynni. Í kvøld er aftur útselt, men seinasta sýningin í Suðuroynni er sunnukvøldið, og tað sigst, at enn eru nøkur atgongumerkir eftir.
Jákup og tónleikarin Kim fara altso á pall aftur í kvøld og í annaðkvøld, og so er vitjanin í Suðuroynni av, og taldi hon 3 sýningar. Tað er Rudolf Joensen, ið hevur leikstjórnað ?Meðan vit liggja við Kaj?.