Tað verður mangan hildið at tvífalt føroyameistararnir úr Víkingi hava burturúr tann elsta hópin í Effo-deildini, men soleiðis er støðan ikki. Ístaðin eru tað grannirnar hjá Víkingi úr ÍF, sum í ár hava havt elsta hópin í Effo-deildini. Tað er tó ikki nógv ið skilir miðal aldurin hjá grannunum í ÍF og Víkingi.
Yngsta hópin í Effo-deildini í ár eigur nýsamanlagda felagið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn. Teirra miðal aldur fyri alt kappingarárið var bert 21,16 ár, meðan B36 eigur næstyngsta hópin við einum miðal aldri uppá 22,48 ár. Merkisvert hjá suðuroyingum var, at eingin leikari í teirra hópi var yvir 30 ár kappingarárið 2017.
Miðal aldurin hjá teimum ymisku feløgunum er roknaður ímillum allar teir leikararnar, ið hava verið á vøllinum í Effo-deildini í ár fyri tey ymisku feløgini. Tað er gjøgnum heimasíðuna www.faroesoccer.com at tað hevur borið til at funnið eitt yvirlit yvir miðal aldurin hjá teimum ymisku feløgunum.
Fyrr í kvøld høvdu vit eisini eitt yvirlit, ið vísti hvussu nógvar leikarar tey ymisku feløgini høvdu nýtt hetta kappingarárið.
Samlaða yvirlitið yvir miðal aldur í deildini sær soleiðis út:
Víkingur – miðal aldur 26,25 ár
KÍ – miðal aldur 25,54 ár
B36 – miðal aldur 22,48 ár
NSÍ – miðal aldur 24,38 ár
HB – miðal aldur 24,88 ár
Skála – miðal aldur 25,60 ár
EB/Streymur – miðal aldur 23,70 ár
TB/FCS/Royn – miðal aldur 21,16 ár
07 Vestur – miðal aldur 24,22 ár
ÍF – miðal aldur 26,56 ár