Suðuroyingar til DM á langbana

Fýra svimjarar frá SuSvim fóru sunnudagin til Danmarkar har tey skulu luttaka í Danish Open. Tað er Danska meistaraheitiskappingin á langbana. Kappingin ið verður í Gladsaxe byrjar týsdagin 1 juli og heldur áfram til sunnudagin 6 juli. At senda svimjarar uttanlands at kappast er ein liður í støðugu menningini av svimjarum sum SuSvim hevur sett sær fyri, sigur felagi í tíðindaskrivi. Tey 4 eru: Mona Simonsen, Shaila Millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen og Pál Joensen. Við svimjarunum er eisini venjarin Jón Bjarnason.