Suðuroyingar tosa um kommunusamanlegging

Mikukvøldið verður almennur fundur í VB-Húsinum í Vági um at leggja kommunur í Suðuroy saman

Víða hvar í landinum verður nú tosað um at leggja kommunur saman og nú verður hesin spurningur eisini tikin upp í Suðuroynni einaferð enn.

Tað er kvinnufelagið í Suðuroy, ið nevnist Valkyrjurnar, sum hesuferð seta málið á dagsskrá í Suðuroy.

Tað gera tær við at kalla saman til almennan fund í VB-húsinum í Vági nú mikukvøldið klokkan 19.

Har fara borgarstjórarnir í teimum báðum høvuðskommununum í Suðuroy, Kirstin Strøm Bech í Vági og Kristin Michelsen á Tvøroyri, at siga sína hugsan um kommunusamanlegging í Suðuroy.

Men somuleiðis fer Rodmundur Nielsen, sum hevur verið borgarstjóri í Runavík, at siga sína meining um at leggja kommunur saman.

Tað var hann, sum var ein av undangongumonnunum at leggja kommunurnar rundan um Skálafjørðin saman og hann fer helst at greiða frá, hvørjar royndir tey hava av teirri samanleggingini.

Liggur tað fyri, verður eisini okkurt umboð úr landsstýrinum við á fundinum.

- Sum skilst, ætlar nýggja samgongan, at Føroyar skulu skipast í sjey stórar kommunur, longu í hesum valskeiðnum. Tí hevur tað alstórum týdningi at spurningurin eisini verður tikin upp Suðuroy, so vit ikki enda í eini støðu, har vit verða tvingað til onkra loysn, siga Valkyrjurnar í Suðuroy