Suðuroyingar volaðir á heimavølli

HB er framvegis topplið í 1. deild. Í dag vann endaði grannauppgerðin í Gundadali 1-0. Einsamalla málið skoraði Bárður Mittelstein, tá ið stórt korter var farið. Veteranurin Kári Nielsen er hollur á miðvøllinum, og aftur í dag var Teitur Matras Gestsson í HB málinum.

 

B68 og Skála vóru í Suðuroy, og bæði fóru norður aftur um fjørðin við fullari úrtøku. B68 vann 4-2 ímóti FC Suðuroy. Merkisvert var, at tvey av B68 málunum vóru brotsspørk, og at annað av málunum hjá heimaliðnum var brotsspark.

Skála vann 8-0 í Trongisvági. Hetta var størsti sigurin í deildini higartil í ár, og sigurin bar við sær, at Skála leyp upp um fleiri av liðunum og er nú á bronsuplássinum.

 

Víkingur sendi KÍ úr Leirvík og undir fjørðin við 2-0 tapi. Sigurin bar við sær, at Víkingur lyfti seg upp um KÍ.

 

Í Streymnesi megnaði B71 at vinna 1-0. Málskjúttin miðskeiðis í 2. Hálvleiki var enn eina ferð Dan í Soylu, sum skoraði triðja dystin upp í slag. B71 sigurin ber við sær, at EB/Streymur er meiri isolerað í botninum, og at sandoyingar, sum leingi vóru nógv aftast, nú av álvara hótta liðini, sum eru omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

11. umfar í dag

Víkingur-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Martin Olsen 49.

2-0: Per Gregersen 88.

 

EB/Streymur-B71 0-1 (0-0)

0-1: Dan í Soylu 67.

 

B36-HB 0-1 (0-1)

0-1: Bárður Mittelstein 17.

 

TB-Skála 0-8 (0-4)

0-1: Brian Jacobsen 6.

0-2: Hendrik á Fríðriksmørk 8.

0-3: sjálvmál 28.

0-4: Teitur R. Joensen 45.

0-5: Karstin Justesen 74.

0-6: Brian Jacobsen 76.

0-7: Ólavur Mikkelsen 78.

0-8: Petur Pauli Mikkelsen 90.+2.

 

FC Suðuroy-B68 2-4 (0-3)

0-1: Jóhan Dávur Højgaard br 24.

0-2: Jónleif Højgaard 38.

0-3: Emil Ronaldsson 42.

1-3: Jón Krosslá Poulsen br 50.

2-3: Salmundur Bech 57.

2-4: Haraldur R. Højgaard br 85.

hagtøl: faroesoccer.com

 

Støðan eftir 12 umfør

HB 26 stig

B68 25 stig

Skála 19 stig

FC Suðuroy 19 stig

B36 18 stig

Víkingur 16 stig

KÍ 16 stig

TB 13 stig

B71 11 stig

EB/Streymur 7 stig

 

13. umfar

Fríggjadagin 31. mai

B68-Skála

Leygardagin 1. juni

KÍ-B36

EB/Streymur-TB

HB-FC Suðuroy

B71-Víkingur