Subaru Forester e-Boxer: Fýrahjólsdrivin væl útgjørdur luksusbilur

Subaru Forester er ein fýrahjólsdrivin væl útgjørdur luksusbilur við nógvum framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum koyriumstøðum

Um nakað bilmerki kann gera seg galdandi innan 4x4 luksusbilar, so er tað Subaru, ið hevur áralangar royndir við fýrahjólsdrivnum bilum. Ein av hesum bilum er Subaru Forester.

Forester er stórur og rúmligur við praktiskari innrætting og góðum beinplássi til tey ferðandi. Koyrieginleikarnir eru merktir av at boxermotorurin liggur niðarliga í motorrúminum. Harvið verður tyngdipunktið lægri enn vanligt, og bilurin er sera stúttur at koyra – serliga í svingum.

Forester er ein SUV við somu eginleikum sum ein offroadari. Hann hevur framkomnu Symmetrical All Wheel Drive skipanina, sum regulerar deilingina millum hvussu bilurin trekkjur upp á tey ymisku hjólini. Eisini hevur hann framkomnu skipanina Vehicle Dynamics Control, sum alla tíðina syrgir fyri at bilurin hevur optimalt vegfesti undir øllum koyriumstøðum.

Nýggi Forester hevur 2,0 l bensinmotor við 150 hk + elmotor við 16,7 hk.

##med2##

Subaru stremba alla tíðina eftir at framleiða heimsins tryggastu bilar, so eingin skal doyggja í ella av einum Subaru, hetta er eisini galdandi fyri tey á súkklu, djór og fótgangarar. Lykilin til alt hetta er EyeSightskipanin, ið virkar sum eyka eygu, sum hjálpa bilføraranum við at ansa eftir vegnum framman fyri bilin. EyeSight sær í ein vinkul upp á 35 gradir og 130 metrar fram um bilin. Eisini hevur bilurin Face Recognition skipan, sum ansar eftir bilføraranum undir koyring.

EyeSight skipanin syrgir fyri at bilurin heldur frástøðu til bilin frammanfyri og automatiskt bremsar fyri fótgangarum ella øðrum bilum eins og vognbana assistenti, sum sigur frá um bilførarin er við at skifta koyribreyt uttan at blinka. Eyesight Reverse Automatic Braking (RAB) neyðbremsan í bakkgear registrerar beinanvegin, um bilurin er ov nær og sigur frá. Um bilførarin ikki reagerar, so steðgar bilurin sjálvur áðrenn hann er komin ov nær.

##med3##

Bilurin er sera væl útgjørdur sum standard. Umframt EyeSight hevur hann t.d. sjey airbag, 2sonu klimaanlegg, Hill holder, elektroniska parkeringsbremsu, fartpilot, Bluetooth, elektriskt førarasetur, All Wheel Drive og automatisk gear. Subaru Forester var kosin Best in Class 2019 í krasjtestunun hjá EuroNCAP. 

Forester er ein gjøgnumførdur kvalitetsbilur í luksusklassa frá Subaru, ið eru heimskendir sum bilar uttan sjúkradagar.

Øll eru vælkomin at síggja og royna Subaru Forester hjá Berg Motors.