Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er ein svingandi og undirhaldandi bluesbólkur úr Suðuroy, mannaður við seks tónleikarum. Repertoirið er blandað, teir tulka millum annað Muddy Waters, Stevie Ray Vaughan og B.B. King. Eisini spæla teir egin løg.
Navnið speglar teirra humoristiska lyndi, sum froðbingarnir eisini plaga at taka við sær á pallin.
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur just útgivið fløguna "If the Ocean was Wine" við løgum, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country blues til nýggjari urbane blues.
Áður hava teir m.a. spælt á Vetrarjazzi, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum.
Teir, sum manna bólkin í Sørvági eru: Kristian Holbæk vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Lave guitar, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur og Jóhan Petur Andreasen hammond.