Nú verður ikki tosað nógv um Suðuroyartunnilin og slett ikki um Skúvoynna. Orsøkin er helst, at suðuroyingar og teirra politikarar vita við vissu, at tey fáa sítt.
Vit vita onki annað enn, at onkur politikari nevndi Skúgvi so hissini í valstríðnum. Kortini skal sigast, at nøkur veruliga tóku okkum við í teirra valstríði, men fingu tíverri ikki sæti á tingi.
Men, her komu eisini fólk inn, sum vilja okkum væl.
Sambandsflokkurin var tann einasti flokkur, ið hevði eitt veruligt uppskot, sum kundi ført til, at vit vóru meiri vís í, at vit eisini fáa tunnilsamband.
Hvat bleiv av tí uppskotinum?
Tá ið alt er dult sum mansmorð fyri almenninginum, er ikki lætt at vita, hvussu verður við okkum og teimum, sum helst høvdu búsett seg her í bygdini.
Vónandi verður tað ikki "músaholdið", sum Teitur Samuelsen segði, men ein tunnil, sum kann brúkast, bæði til vanliga ferðslu og ikki minst neyðstøðu, sum sjálvandi ongin vónar nakrantíð verður brúk fyri.
Sum eg skilji støðuna, so eru tað rættiliga nógvir suðuroyingar, ið vilja hava tunnilin upp í Skúgvi.
Men tey siga seg ikki tora at siga ov nógv.
Tá ið tunnilin einaferð er komin, verður koyrandi líka av Viðareiði til Sumbiar og til hvønn hjall í Suðuroy orsaka av øllum tunnlunum. Tá Sandvík hevur fingið sín nýggja tunnil, eru sjey tunlar í Suðuroynni.
Um vit ikki verða við í øllum hesum, vera vit einasta oyggj og einasta bygd sunnanfyri Skopunarfjørð, ið ikki fær vegasamband.
Kanska ein av orsøkunum til henda sera lítla viljan at lata okkum fáa part í hesi útbyggingini er, at Hestoyggin og Kallsoyggin ikki fingu tunnilssamband, tá tað var sera lætt og líkatil at gera.
Kanska teir vænta ov nógv trýst á politisku skipanina, um vit nú verða tikin við.
Onkur fer helst at kalla hetta gitingar, men tá alt verður dult sum mansmorð frá politisku skipanini, ber sumt kanska brá av gitingum, men eg havi kortini frætt okkurt smávegis um gongdina í hesum máli.
Eisini havi eg frætt ymiskt frá suðuroyingum, sum undirbyggir nógv av tí, eg skrivi.
Sjálvt um vit onki vita, uttan at Suðuroyartunnilin einaferð verður veruleiki, so hava vit enn eina vón, sjálvt um hon er ógvuliga lítil.
Við heilsan
Harry Jensen










