Suðuroyarleiðin millum tær bíligastu

Sandoyarleiðin er hin lutfalsliga bíligasta, og Suðuroyarleiðin liggur næst í røðini fyri hvønn íbúgva í oynni.

- Býta vit fólkatalið í Suðuroy við hallið hjá Strandfaraskipum Landsins á hesi farleið, telist suðuroyarleiðin millum tær bíligastu.

 

Tað sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen.

 

Hann vísir á, at siglingin hjá Strandfaraskipum Landsins á suðuroyarleiðini als ikki er nøktandi.

 

- Vit hava eitt gott skip, men túrarnir í ferðaætlanini eru alt ov fáir. Hjá fólki her suðuri, sum skulu ørindi til Havnar, kanska til eygnalækna í ein hálvan tíma, rýkur í fleiri førum ein heilur dagur, og hjá vinnulívinum stendur ferðaætlanin heldur ikki mát.

 

Hann ásannar, at Suðuroyggin er afturútsiglt samferðsluliga.

 

- Vit høvdu mánadag og mikudag, har Smyril sigldi tríggjar túrar, men nú hava vit bara mánadag við trimum túrum. Fríggjadag og leygardag kunnu vit siga, at Smyril siglir hálvan triðja túr. Hetta er ikki nøktandi, staðfestir borgarstjórin.

 

Hyggja vit at tølum fyri árið 2012, sæstt, at bíligastu leiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins - roknað yvir hall á leiðini og fólkatal í økinum - eru sandoyar-og suðuroyarleiðin.

 

- Hetta árið hevði sandoyarleiðin eitt hall á 14 miljónir krónur, sum bygt yvir fólkatalið gevur 10.900 krónur fyri hvønn borgara. Taka vit suðuroyarleiðina var hallið 60,8 miljónir krónur, sum gevur umleið 13.000 krónur fyri hvønn borgara í oynni.

 

Kristin Michelsen vísir á, at farleiðirnar út í smærru oyggjarnar eru væl dýrari fyri hvønn borgara sær enn farleiðirnar í Sandoynna og Suðuroynna.

 

- Taka vit nólsoyarleiðina, hevði hendan eitt hall í 2012 á 10 miljónir krónur, sum gevur umleið 45.000 fyri hvønn borgara. Skúvoyarleiðin gav eitt hall á 1,9 miljónir krónur, sum gevur 44.000 fyri hvønn borgara. Kalsoyar-og fugloyarleiðin góvu ávikavist hall á 4,6 og 5,7 miljónir krónur sum gevur 48.500 og 84.000 fyri hvønn borgara.

 

Borgarstjórin vísir á, at hetta verður ikki sett fram fyri at seta niður á oyggjarnar og fólkið, sum her býr.

 

- Men, eg haldi, at politiski myndugleikin átti at sæð veruleikan - at samferðslan millum Suðuroynna og høvuðsstaðin als ikki er nøktandi - og so slett ikki, tá havt verður í huga tað skapandi virksemi, sum er í Suðuroynni, sigur Kristin Michelsen.