Tað fer at kosta umleið 5,4 milliardir krónur at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað sendi ein skelk ígjøgnum alla politisku skipanina, tá ið Landsverk nakað síðani borðreiddi við hesum boðskapinum.
Men nú Løgtingið aftur hevur viðgjørt Suðuroyartunnilin, staðfestir Landsverk eina ferð enn, at tey eru ikki í iva um, at hann fer at kosta umleið hesa upphæddina. Hendan meting er bygd kostnaðin fyri Eysturtunnilin og Sandoyartunnilin, men so eru 50 prosent løgd afturat, tí váðin er so stórur.
– Váðaískoytið verður sett til 50 prosent, tí vit eru komin so stutt við fyreikingunum, sigur Landsverk í eini viðmerking til Løgtingið. Men hann sigur, at longur fyrireikingararbeiðið er komið fram á leið, jú lægri kann váðaískoytið vera.
– Men Landsverk er tó ikki í iva um, at kostnaðurin fer at liggja á umleið 5,4 milliardir krónur, leggur hann afturat. Landsverk sigur, at kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar hvørt ár og bara síðani 2016, tá seinastu borikostnaðirnir eru frá, er kostnaðarstøðið hækkað 20 prosent.
– Enn eru nøkur ár til spakin verður settur í til ein suðuroyartunnil, so tað er lítil ivi um at kostnaðarstøðið verður upp aftur munandi hægri tá, sigur Landsverk.
Onnur, eitt nú felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hava mett, at tað ber til at gera ein tunnil til Suðuroyar fyri sama kostnað, sum tað kostaði at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, ella fyri 3,2 - 3-4 milliardir. Men Landsverk sigur, at tað er torført at taka eina slíka kostnaðarmeting í álvara.