Varafólkini hjá Tjóðveldi á tingi, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, draga ikki somu línum sum flokkurin og samgongan Mynd: Álvur Haraldsen

Suðuroyartunnil: Stríðast fyri broyttari linjuføring

Orðaskiftið um Suðuroyartunnilin dregur út – nógv verður tosað um at broyta linjuføringina

Varafólkini hjá Tjóðveldi á tingi, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, draga ikki somu línum sum flokkurin og samgongan Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er ikki vanligt við drúgvum orðaskifti til 3. viðgerðir í Løgtinginum, men tá stórmál eru fyri sum í dag, so eru undantøk.

Hóast breiða semja tykist vera um linjuføringina í uppskotinum hjá løgmanni - sum er av Skarvanesi til Sandvíkar, so eitt broytingaruppskot um at bjóða boðar tær uppskotnu linjuføringarnar út. 

Suðuroyartingfólk bæði í samgongu og andstøðu stríðast fyri at vinna ljóð fyri fyriliggjandi uppskoti hjá løgmanni.

Hildið verður kortini, at uppskotið hjá løgmanni verður samtykt.

Næsta mál á skránni er málið um at hækka pensjónsaldurin. Enn eru ongar ábendingar um, at fólk hava skift støðu. Men greitt er, at ósmjan í samgonguni um, hvør tunnilsleið skal veljast, stendur við. Men við hjálp frá andstøðuni, so vinnu uppskotið hjá løgmanni helst.

Viðvíkjandi pensjónsaldrinum, so hevur smagongan ikki ráð til at missa eina ta einastu atkøvðu, tí so fellir málið. Tí er framvegis spenningur um, hvussu tað málið fellir út, og hvørjar avleiðinga tað fær, um málið fellir.

 

 

Varafólkini hjá Tjóðveldi á tingi, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, draga ikki somu línum sum flokkurin og samgongan Mynd: Álvur Haraldsen