Suðuroyartunnilin er ein dýr verkætlan og tí mugu allir møguleikar kannast. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Seinastu tíðina hava tveir av hansara partamonnum í Sambandsflokkinum, Johan Dahl og Erhard Joensen, róð fram undir, at besti møguleikin fyri at fáa bíliga fígging til tunnilin, er at biðja um eitt lán frá danska statinum, tí tá kunnu vit fáa eina rentu, sum er null, ella næstan niður ímóti null. Teir báðir halda, at vit eiga at brúka teir fyrimunir vit hava í ríkisfelagsskapinum til at útvega so bílig lán, sum tilber.
Løgmaður trýr einki upp á at vit fáa eitt lán við ongari rentu, sama, hvussu vit bera okkum at, tí hann heldur, at tann tíðin er farin. Men hann heldur, at talan er um eina so stóra verkætlan, at allir møguleikar eiga at verða troyttir, eisini møguleikin fyri at taka eitt statslán.
Hann vísir á, at talan verður kanska um at vit skulu taka fimm milliardir í lán, so fyri hvørt prosent, rentan hækkar, er talan um eina eykaútreiðslu upp á 50 milliónir um árið – men so minkar tað so hvørt lánið verður goldið.
So hevði tað borið til at fingið eitt statslán við eini lægru rentu enn vit annars høvdu fingið, er tað avgjørt ein møguleiki, sum skal troytast, sigur løgmaður. Men hvat úrslitið verður, er ilt at siga, tí fyrst og fremst veldst tað um, hvat semja fæst um í politisku skipanini í Føroyum, sigur hann.
So langt eru vit ikki komin í viðgerðini enn, leggur hann afturat, men hann er sannførdur um, at verða vit í Føroyum samd um at eitt statslán er tann besta fíggingin, ivist eg ikki í, at tað hevði borið til at fingið tað, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at vit hava tikið statslán áður, tað hendi í kjalarvørrinum á kreppuni í nítiárunum, at vit tóku eitt statslán. Men tá hendi tað, at rentan fall, so rentan til statin var hægri enn annars. Samstundis hevur staturin eisini verið við til at fíggja flogvøllir í Grønlandi, so hesin fíggingarhátturin er ikki ókendur, sigur løgmaður.
Hann minnir eisini á, at táið fígging varð útvegað til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, verður víst til, at við í danska kongaríkinum og tað er við til at útvega okkum eina lægru rentu. Í sambandi við tunlarnar veðhelt landskassin eisini fyri fíggingini og eisini tað var við til at útvega okkum eina lægri rentu enn annars.
Men hann leggur afturat, at fyrst og fremst verður neyðugt at projektera tunnilin, tí tað er fortreytin fyri at leita eftir fígging yvirhøvur – og sjálvandi skulu vit taka tað bíligastu fíggingina, vit kunnu fáa, um tað so er eitt statslán, ella eitt annað lán, staðfestir Bárður á Steig Nielsen.