Arbeitt verður framvegis við at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur fyri fyrireikingunum og Jørgen Niclasen sigur, at tekur einki óvæntað seg upp, er ætlanin at leggja seinastu á alt tað fyrireikandi arbeiðið, næsta ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at enn er støða ikki tikin til, nær flokkarnir á tingi verða kallaðir saman at viðgera verkætlanina. Hann sigur, at tað ber illa til at viðgera fleiri viðurskifti, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar, og fyrr enn ein trygdarmeting er gjørd av tunlinum. Hann sigur, at miðað verður eftir at fáa eina felags semju í Løgtinginum um Suðuroyartunnilin eins og gjørt varð í sambandi við Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Annars sigur Jørgen Niclasen, at forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin, ganga eftir ætlan, bæði og fjør og í ár, men tað er ikki liðugt at greina og viðgera úrslitið av kanningunum.
– Arbeitt verður eisini við at kanna búskaparliga partin av verkætlanini við samfelagsligum greiningum, kostnyttugreiningum og CO2-greiningum. Ætlanin er eisini at kanna, hvussu verkætlanin skal fíggjast og tað verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting, umframt at gera náttúru- og fornfrøðikanningar.
– Gongur alt væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka óvæntað viðurskifti seg ikki upp, verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í ár og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar næsta ár, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tað ber ikki til at siga við vissu, nær tað verður klárt at bora Suðuroyartunnilin. Millum annað veldst tað um, hvussu tað fer at ganga at gera tær undankanningar og fyrireikingar, sum eru eftir at gera, og av hvussu tað fer at ganga at fíggja verkætlanina og at projektera tunnilin.
Landsstýrið hevur eisini sett 100 milliónir av um árið til Suðuroyartunnilin til felagið, sum eftir ætla skal standa fyri verkætlanini. Fyrsta játtanin fellur í 2025 og landsstýrið hevur ikki ætlanir um at broyta hesa raðfesting.
Tinglimir hava fýlst á, at skal málið røkkast um at tað skal verða koyrdandi til Suðuroyar í 2030, er tað ov seint at bíða til 2025 at seta pengar av til endamálið. Men Jørgen Niclasen sigur, at politiska endamálið er framvegis at tað skal verða koyrandi í 2030 – men hann leggur afturat at um tann tíðarætlanin fer at halda.