Suðuroyingar eru farnir at ressast við, nú tað er greitt, at íslendska ferjan, Herfólfur 3, verður einasta ferjusamband ímillum Suðuroynna og meginøkið í einar seks, sjey vikur í heyst, frá hálvum áugust til fyrstu vikuna í oktober. Herjólfur 3 tekur bara ein triðing av teimum bilum, og tí farmi, sum Smyril tekur, og hann tekur ikki helvtina so nógv ferðafólk.
Longu sum støðan er nú við Smyrli, knípur tað hjá Smyrli at nøkta tørvin. Serliga er tað farmurin og bilatalið, sum er so stórt, at Smyril er fullur undir lúkurnar teir flestu túrarnar. Av tí sama varð Herjólfur 3 útvegaður, so at hann kundi hjálpa til við farmaflutninginum um suðuroyarfjørð. Men tá ið Smyril fer í dokk, verður hann álitið burturav, men tað eru nógvir suðuroyingar, sum halda, at tað verður eitt ótolandi afturstig, tá ið Herjólfur 3 skal røkja siglingina einsamallur.
Upprunaliga ætlaði Strandferðslan at keypa Herjólf 3, men íslendingar hava eisini brúk fyri avloysaraskipi. Og tá ið teir høvdu kannað marknaðin, er niðurstøðan, at eingi skip eru til taks, og tí vildu teir ikki selja Herjólf. Tí hevur Strandferðslan arbeitt við einum leigusáttmála ístaðin. Eisini á Strandferðsluni hava tey víst á, at tað er at kalla ógjørligt at finna avloysaraskip í nakrar vikur, og tí hava tey skotið upp, at eitt líknandi skip sum Smyril varð keypt afturat, sum eisini kundi siglt upp á Skotland, men tað hevur ikki fingið politiska undirtøku.
Tvøroyrar Býráð hevði fund í gjár og har varð reisti Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, spurningin, tí hon helt, at býráðið eigur at mótmæla ætlanini at Herjólfur 3 skal sigla einsamallur. Men Kristin Michelsen, borgarstjóri ávaraði ímóti at lata partapolitikk koma upp í málið og hann helt ikki, at tað nyttaði, at hvør kommuna sær, og vinnuvirkir hvør sær, gjørdu vart við seg.
Tí helt hann ikki, at Tvøroyrar Býráð skuldi vera einsamalt um at gera vart við seg. Sostatt varð niðurstøðan, at tey skuldu seta seg í sambandi við hinar kommunurnar í Suðuroynni, og í sambandi við alt vinnulívið, um at fáa eina felags niðurstøðu um ætlanina at lata Herjólf 3 røkja suðuroyarsiglingina einsamallur. Tey halda, at tað hevur stóran týdning, at Suðuroyggin tosar við einari felags rødd í hesum máli.