Tað er sum í gomlum døgum á Skipasmiðjuni á Skála. Starvsfólkatalið er hægri, enn tað hevur verið í nógv ár, og Mouritz Mohr, stjóri á Mest, fegnast um virksemið, sum er í løtuni.
Gjøgnum longri tíð hevur talan verið um nógvan aktivitet, men seinastu vikuna hevur veruliga borið av, sigur Mourits Mohr stjóri.
- Tað hevur verið nógv at gjørt í eina tíð, men nú ber av. Fyrst og fremst er tað arbeiðið við Enniberg, sum skal skifta at kalla alt frá skrúvu til høvuðsmotor, umframt at ein nýggjur generator skal setast í. Men eisini er annað arbeiði. Saga gevur nakað av arbeiði, og í komandi viku koma tvey skip afturat, so tað sær gott út í løtuni, sigur Mouritz Mohr, sum tó ikki vil lova, at talan støðugt verður um somikið nógv arbeiði.
- Sum tíðirnar eru, so ber illa til hjá okkum at leggja ov stórar ætlanir ov langt fram í tíðina. Men verkætlanin við Ennibergi ger so, at vit koma at hava heilt nógv at gera í øllum førum fram til ársskiftið, sigur stjórin.
Nógv hevur verið tosað um handverkaratrot í Føroyum seinastu tíðina, men Mouritz Mohr sigur, at tað hevur eydnast teimum at fingið tað manning, sum skal til.
- Tað hevur kanska ikki verið heilt lætt. Vit hava leitað og lýst eftir fólki, og vit hava nýtt arbeiðsávísingina hjá ALS, og tað hevur so eydnast at skava eina góða manning saman, og er talan um fólk bæði av Skálafjørðinum og aðrastaðni í landinum, sigur stjórin á Mest.