HONDBÓLTUR
– Hetta er næstan, sum um onkur er deyður.
Annika Ljósstein hevði ilt við at seta orð á kenslurnar, tá hon og liðfelagarnir úr Neistanum í 10 málleysar minuttir spældu sær av við FM-møguleikan. Ein møguleiki, har tað nú stendur upp til Stjørnuna og Tjaldur at taka av.
Men hóast vónbrotið, so helt Annika kortini, at tær í Neistanum kundu vera ernar av tí, tær hava avrikað seinastu mánaðirnar.
– Eg haldi, at liðið hevur ment seg ótrúliga nógv í vetur. Seinast vit vóru her, vóru vit aftan fyri 22-6 í steðginum, og fyri bara tveimum mánaðum síðani var helst eingin, sum roknaði við, at vit høvdu nakran sum helst møguleika at spæla við um finaluplássið, sigur Annika Ljósstein.
– Í dag fara vit inn til hálvleikin við leiðslu upp á eitt mál, og vit eru partur av einum fantastiska góðum hondbóltsdysti. Her var gott spæl, góðar verjur, góðir áskoðarar. Ja, faktiskt var talan um akkurát ein slíkan dyst, sum ger tað stuttligt at spæla hondbólt, og tí var tað kanska eyka keðiligt, at talan gjørdist um júst tað úrslitið, sum hvørki av liðunum kundi brúka til nakað sum helst.
Seinasta uppgávan hjá Neistanum verður soleiðis móti Tjaldri komandi vikuskifti í tí, sum kundi verið ein finala um finaluplássið, men sum nú er uppgerð uttan nakran týdning yvirhøvur.
– Sjálvandi er tað keðiligt, men vit ætla okkum so at gera okkara til, at talan verður um ein góðan dyst kortini. Ikki minst vilja vit gera tað fyri teir áskoðarar, sum vóru við í Vági og sýndu okkum ótrúliga góðan stuðul í dag. Bert spell, at vit ikki kláraðu at toga sigurin heim, soleiðis at vit framvegis høvdu møguleikan fyri finaluplássinum, sigur Annika Ljósstein.