Í fíggjarætlanini fyri 2015 hevur Sumbiar kommuna samtykt, at barnafrádrátturin skal hækka úr 6.000 krónum upp í 6.500 krónir, meðan barnaansingargjaldið verður lækkað við umleið 21 prosentum, niður í 1.500 krónir fyri fyrsta barnið, 750 krónur fyri annað barnið og ókeypis fyri fylgjandi børn.
Skattaprosentið í kommununi verður verandi 20 prosent. Sumbiar kommuna boðar frá, at skattainntøkurnar fyri 2015 eru mettar at gerast umleið 450.000 krónur hægri enn í ár. Skattainntøkurnar verða væntandi góðar 9,2 milliónir krónur. Samstundis hækkar rakstrarkostnaðurin við yvir 5 milliónum krónum, upp í 11 milliónir krónur. Hetta kemst í stóran mun av, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar.
Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð og eigur hon 2,5 milliónir krónur á bók. Kommunan hevur eina langfreistaða skuld upp á 4,5 milliónir krónur.