Nólsoy: - Hvar hevur tú verið? Kemur tú nústaðni?!
So fattur sum nakar unglingi situr hann har við borðið. Træborðinum í egnum køki. Situr í roynd og veru og bíðar eftir blaðmanninum. Og hevur helst gjørt tað eina góða løtu.
Borðið er longu dekkað, - til tríggjar. Kaffikannan stendur á borðinum við nýgjørdum kaffi og ein góð kringla frá onkrum bakara í Havn stendur somuleiðis á borðinum.
Á borðinum liggur eisini nakað, sum Emil neyvan kann vera fyriuttan: Sigarirnar av markinum Amulet. Og ein tendrari, sjálvandi.
- Her er dekka upp til tríggjar, men eg veit ikki, Bjørn honum dámar ikki kaffi. So vit eiga bara kaffið einsamallir, vit báðir, sigur hann skemtandi á málinum.
Eg skeinki honum í koppin og síðani mær sjálvum. Hann koyrir fyrst mjólk í, síðani sukur.
- Hygg, her er bæði mjólk og sukur. Brúkar tú útí? Ikki?! So er tú ein rættur maður!
Hann fær sær ein sopa av kaffinum, setur koppin aftur á skálina, skoðar blaðmannin eina løtu og spyr so, hvar vit skulu byrja samrøðuna.
- Tú má bara tosa hart, tí eg havi heldur vánalig oyru.
Fyrsti spurningurin verður settur, og samrøðan er í gongd. Samrøðan við henda megnarmannin, sum hevur rokkið mongum málum í sínum nú 90 ára langa lívi.
Men hann er ikki liðugur við tað, sum onkur kanska vildi skírt lívsverk hansara.
Klárur við kaffinum
Veðrið er av tí allar fagrasta henda mikumorgin í vikuni. Náttin var merkt av vindi, men nú hevur sólin kagað undan eina løtu.
Ritan leggur at bryggju í Nólsoy sum hon er von. Eg leiti mær í land, og byrji samstundis leitingina eftir húsunum hjá Emil.
Veit ikki nágreiniliga, hvar hann býr. Men tað veit bygdarfólkið sum vera man.
- Far tær niðan á ovara veg, beint niðan frá her. So sært tú eini eyðkend hús við gróti, flagtekju og úr timbri. Tú sært tey beinanvegin. Har býr Emil, svarar ein nólsoyingar mær blídliga aftur.
Rætt hevði hann. Húsini eru eyðkend og løtt at finna. Spurningurin er nú, um hesin aldrandi maðurin er á fótum. Klokkan er ikki meiri enn farin av 10.
Summum eldri fólkum dáma væl at sova nakað út á morgunin, men tað ger Emil altso ikki! Hann situr klárur við kaffinum, tá eg komi á gátt.
Trælitir
At tað eru eini serstøk hús, sum Emil býr í, tað er eingin loyna. At talan er um eini hús í gomlum føroyskum sniði, sæst skilliga - bæði uttan og innan.
Portrið er úr træi við eini slá sum lás, og tað sama er handatakið til høvuðsdyrnar. Tú kemur innar í forstovuna, og har er mín sann enn ein træhurð við tí serstaka lásinum.
Eg pikki á dyrnar, og úr køkinum verði eg biðin at koma innar. Og har situr hann so á einum træbeinki - og hevur helst sitið soleiðis eina góða løtu og bíðað.
- Tað var uppá tíðina at tú kom. Eg var vorðin so kaffitystur av at bíða!
Eg tríni innar í køkin, og eitt tað fyrsta eg leggi merki til eru litirnir á vegginum ella tørvin á hesum. Í roynd og veru eru eingir litir innanveggja: Alt er bara úr træi - trælitir.
- Eg protesteraði móti at nakað skuldi málast herinni, sigur hann.
Eg seti meg við borðið. Tað er mín sann eisini úr træi og bonkurin við. So hugnaligt, heitt og heimligt inni í hesum sermerkta húsinum.
Krevjandi spurningur
- Tú, ja. Hvat vilt tú vita?, er fyrsti spurningur hansara til mín.
Tað var nú eg, sum var komin at seta honum nakrar spurningar. Men sama ger.
- Jú, sært tú. Tað at hava givið so nógvar áhugaverdar bøkur út í so mong ár - hvussu kom tað í lag?
Eg fái ikki svarið beinanvegin, tí hann skal fyrst festa sær í Amulet-sigarina. Við tryggum handalagi fær hann sigarina úr pakkanum, og festir sær síðani í við tendraranum.
Hann fær sær ein góðan guv av sigarini og blæsir myndiga roykin upp í loft. Einki við at blása roykin yvir matin og kaffi, sum á borðinum stendur.
- Hatta er ein krevjandi spurningur, og hann krevur eitt langt svar. Vit mugu eisini fara langt aftur í tíðina, heilt aftur til barnaár míni, sigur Emil.
Illir við íslendingar
Emil byrjar síðani eina frásøgn um íslendingar, íslendska søgu og íslendska megi, - ein veruleika, sum ikki allir føroyingar hildu so nógv um. Hesa løtuna verður blaðið Dimmalætting ofta nevnt, tí tað fór so illa við íslendingum og avrikum teirra tá í tíðini.
- Eg helt sjálvur, at tað var sera løgið at eitt føroyskt blað skuldi fara so illa við einum fólki, sum var brøðratjóð okkara. Eg meini, hetta fólkið býr í einum landi, sum varð mett sum 5. besta landið í verðini.
- Var tað nakað sum eyðkendi tey, so var tað áhugin fyri málinum, mentanini og bókmentunum. Hetta sama vildi eg eisini sleppa at geva føroyingum, og tí fór eg undir at geva út bøkurnar gjøgnum Bókagarð, sigur Emil.
Fyri hann var greitt, at skuldi hann røkka hesum málinum, so mátti tað gerast við at útvega børnunum og teimum ungu góðar føroyskar bókmentir. Á henda hátt kundu tey vaksa so at siga upp við hesum bókmentunum, heilt frá barnsbeini av.
Vit hava nú sitið saman og drukkið kaffi eina góða løtu, og eg skilji, at hann hevur hug at fara innar í stovuna at seta seg í sofuna.
Hóast sín høga aldur fer hann heldur lættliga á føtur, og við sínum eyðkenda svarta stavi fer hann fram við borðinum og innar í stovuna.
Millum stovuna og køkin er ein heldur høg gátt fyri ein 90 ára gamlan mann. Men tað bilar einki, tí lættliga fer hann upp um hana og setur seg í sofuna.
Sumbiar-hjarta
Hann setur seg í sofuna, festir sær í enn eina sigar, og sigur seg vilja vísa mær eina samrøðu, sum hann hevði við íslendskt sjónvarp fyri nøkrum árum síðani.
Eg loyvi mær at spyrja hann enn ein spurning, áðrenn sjónvarpið verður tendrað: Hvussu tað ber til, at hann framvegis er við so gott mót, hug og framvegis hevur ætlanir um bókaútgávur.
- Tað ber so væl til, sigur hann, sum um tað var nakað at spyrja seg um. - Frágreiðingin er hon, at eg havi eitt hjarta úr Sumba!
Hetta krevur sum vera man eina frágreiðing, og hana gevur hann eisini:
- Sært tú, tað er nakað serstakt við Sumbiar-hjartanum. Tað er sum um eg ongatíð havi merkt at eg havi nakað hjarta.
- Eitt slíkt hjarta úr Sumba, tað er har bara. Tað er øgiliga sterkt, slær tá tað skal og er eisini sera áhaldið og treyst, skal eg siga tær. Soleiðis er tað bara!
At hetta Sumbiar-hjartar enn slær likamliga tað er so eitt. Men hetta sama hjartað slær so sanniliga eisini eitt stórt slag fyri tær føroysku bókmentirnar.
Akademiskur heiður
Stovan í heiminum hjá Emil er eisini sermerkt á mangar mátar. Hon er, eins og køkurin, úr træi og prýdd við málningum úr ymiskum støðum her í bygdini.
Á tí eina vegginum hanga fleiri myndir, sum munnu hava havt enn størri týdning fyri Emil enn málningarnir: Hetta eru heiðursprógv hann hevur fingið úr øllum Norðurlondum.
Millum hesi man tað, hann fekk 2. juni 1978 helst vera tað, ið størsta fagnaðin eigur: Tann dagin, tá Emil gjørdist heiðursdoktari við lærda háskúlan í Lund. Eitt heiðurligt minni um eitt framúr avrik.
Sverri Egholm hevur lýst hetta, so væl í einum ummæli av hesi stórhendingini. Sverri skrivar soleiðis:
"Rætt sum í ævintýrinum: tann fátæki skómakaralærlingurin við ongum bókligum lærdómi verður "doctor honoris causa" - fær størsta akademiska heiður, sum gevst við eitt lærdómssetur og sum bert unnast teimum heilt fáu!"
Hetta fór fram bert 10 ár eftir at Emil var farin undir útgávuvirksemið sítt. Longu tá vóru um hundraðtals bøkur givnar út, og síðani tá er eitt stórt tal av bókum somuleiðis givnar út gjøgnum Bókagarð.
Fólki flest munnu hava dámað væl hesar útgávurnar, men Emil hevur eisini havt sínar atfinnarar. Í samrøðuni við íslendska sjónvarpið segði hann tí eisini, at ein profetur er ofta illa lýddur - ella vanvirdur - í sínum egna heimlandi.
- Eg skilji ikki rættiliga hví so er, segði Emil við íslendska sjónvarpið. - Eg havi brúkt nógvan pening uppá hesar bókaútgávurnar, og eg havi so ikki forvunnið stórar upphæddir.
- Tað er altíð torført at bróta upp úr nýggjum, segði hann í tí samrøðuni.
Kvæðabøkurnar
Tá ein so hyggur seg runt um í stovuni, so varnast ein skjótt at her er ein ávísur samanhangur. Tað er, sum um hesi heiðursprógvini stara ímóti einum av stóru kanska størstu - úrslitum Emils.
Fyri nøkrum arum síðani setti Emil sær nevniliga fyri at fremja enn eina ætlan: At geva tey føroysku kvæðini út í bók. Óneyðugt er at siga, at hetta er eitt megnararbeiði: Eru kvæðini mong í tali, so eru ørindini tað enn meiri - kanska millum 70 og 80.000 tilsamans.
Fyri honum var greitt, at skuldu øll hesi út í eini bókarøð so fór helst at verða talan um einar 40 kvæðabøkur tilsamans. Hesar skuldu allar gevast út yvir fleiri ár.
Hetta visti Emil, og hann visti samstundis, at tað ráddi um hjá honum at bera skjótt at skuldi hann sjálvur fullføra hesa ætlan sína.
Á rað á træborðinum standa nú 35 kvæðabøkur so erpnar. Hesar eru allar komnar út tey seinastu árini, men enn vanta nakrar í til røðin er fullkomin.
- Eg skal siga tær sum er, at eg havi biðið til Gud um at eg mátti liva so leingi, til øll hesi kvæðini kundu koma út. Og nú sær tað út til at tað eydnaðist mær, sigur hann.
So seint sum hósdagin í hesi vikuni skuldi Bjørn fara til Havnar eftir tveimum báðum seinastu bindunum í hesi ótrúligu bókarøðini. Nú er hetta verkið so fullkomið.
Bók um Steffan
Men Emil er ikki liðugur enn við ætlanum. Tvær ætlanir aftrat liggja fyri framman: Komandi ár kemur út eitt innihaldsyvirlit yvir allar hesar 37 kvæðabøkurnar.
- Í hjartanum á mær liggur eisini eitt stórt ynski um at geva út eina bók um listamálaran Steffan Danielsen (1922-1976) higani úr bygdini. Tað arbeiðið er í roynd og veru longu farið í gongd.
- Ta bókina eri eg øgiliga spentur uppá, tí, skal eg siga tær, - næst eftir Mykines, so er Steffan besti málarin, sum vit føroyingar nakrantíð hava átt, sigur Emil.
Henda bókin verður so enn ein bók í røðini av bókum við varandi virði. Bøkur sum prýða mong føroysk heim í dag, og bøkur sum hava stóran týdning fyri mentunararv okkara.
Men hinvegin, - tosa ikki um aldur við Emil. Tosa ikki um nakað lívsverk hjá Emil. Tað hava onnur gjørt, og tað kunnu onnur meta um.
Her situr í øllum førum ein aldrandi maður, sum ikki hevur lagt nakrar árar inn, og hevur fleiri ætlanir fyri framman. Kanska fleiri ætlanir enn mangir av javnaldrum hansara.
Góða eydnu og góðan føðingardag!
Frá skómakara til útgevara
Í november 1978 gav Bókagarður út 10 ára minnisrit sítt. Í hesi útgávuni skrivar Sverri Egholm m.a. um Emil Thomsen, tá hann gjørdist heiðursdoktari:
"Øll munnu vit vera errin og takksom. Kenna okkum eiga lut í hesum heiðuri, sum er ein útlendsk hámeting av landsmanni okkara og harvið av landi og fólki okkara.
Vit eru eisini eitt sindur foy. Hava vit givið hesum slóðbrótandi arbeiði Emils nóg stóran ans? Hava vit ikki sýnt honum meiri øvund enn takksemi?
Væl veit eg, at føroyingurin fær seg so illa at vísa alment slíkar kenslur sum takksemi og virðing. Kortini er tað lítið sum skal til fyri at eggja og stimbra. Bert eitt blídligt orð er almikið vert - og tað hava vit øll ráð at lata.
Tað, sum Emil Thomsen hevur avrikað eftir 10 árum er meira enn eitt manndómsbragd. Tað er eitt ótrúligt undur, ið hvat tú so annars heldur um mannin og verkið.
Emil kom av fátækum fólki. Lærdi skómakarayrki, men vísti seg seinni at hava stak gott hegni sum sølumaður.
Frá at selja dustsúgvarar fekk hann tað innskot - sum mangir hildu vera ørt - at fara undir endurprenting av okkara gomlu útseldu bókmentum.
Við fanatiskum áræði og stálsettum vilja, sum fáum er unt at hava, tveitti hann seg út í hetta váðaverk, uttan fyrst at søkja um ella vissa sær fíggjarliga trygd frá nøkrum.
Tá so fyrsta royndin eydnaðist og hinar við, og hann framvegis ikki bað um almennan ella annan fíggjarstuðul, fóru summir at óttast fyri, at maðurin helst fekk peningaligan vinning burtur úr váðaverkinum. Slíkt hevði verið óhoyrt og tí helst eisini ómoralskt!
Eg kenni meg sannførdan um, at tað als ikki er fyri peningaligan vinning at Emil er farin undir bókaútgávuvirki sítt. Tað sæst m.a. av tí kræsna úrvalinum og tí stóru og stútt vaksandi bókagoymsluni við bundnum útgávupeningi. Bøkurnar eru allar yvirhøvur væl útgjørdar og prísirnir ikki órímiligir. Sjálvandi, gevur sølan hall, so steðgar bókaútgávan av sær sjálvum, og tað hevði verið stórt spell".