Í Sumba hava teir einki gott at bera dystunum móti GÍ í Gøtu. Tríggjar ferðir hava teir spælt í Gøtu, og hvørja ferð hevur munurin verið ríkiligur. Í 1991 vann GÍ 3-0, og úrslitið var tað sama í 1995, tá sumbingar mannaðu 1. deildarliðið saman við vágbingum. Og í fjør gekk heilt galið. Tá vunnu gøtumenn 11-1, og tað er helst størsti sigur nakrantíð í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Í Gøtu rokna teir ikki so løttum dysti hesaferð. Liðið hjá sumbingum er betri enn í fjør, og teir eru óðir eftir stigum, sum teir ikki hava fingið nøkur av higartil í kappingini (11-1 verður mett sum størri sigur enn 10-0).
Hinvegin er einki at siga til, um sumbingar eru farnir at stúra eitt sindur. Teir hava spælt móti B71, B68 og ÍF ? liðini, teir fyrst og fremst roknaðu við at fáa stig ímóti ? og hava tapt allar hesar dystirnar. Tey trý nevndu liðini hava eisini innanhýsis dystir eftir og fara sostatt at fáa enn fleiri stig, meðan Sumba hevur torførar dystir fyri framman ? GÍ, KÍ og NSÍ.
Allir eru tøkir hjá Sumba. Málmaðurin Anfinn Thomsen noyddist út við skaða móti HB seinast, men teir vóna, at hann verður klárur aftur. Spasojé Biberdzic sat í skammikrókinum móti HB eftir reyða kortið á Sandi, men er tøkur aftur.
Sumbingar hava í ár litið á áleyparan Nebosja Veljkovic til at skjóta málini, men í Gøtu hevur tað fyrst og fremst verið verjumaðurin Bartal Eliassen, sum hevur gjørt vart við seg sum málskjútti. Tað var annars uppgávan hjá Alexander (Sasha) Radosavljevic, men hann hevur verið plágaður av skaða. Hann er sum so klárur aftur, men verður kanska hvíldur tvær vikur afturat, so hann er heilt 100 prosent, tá GÍ skal til Havnar at spæla móti B36.
Í Gøtu eru teir vælnøgdir við at hava fingið sjey stig burtur úr higartil, men teir halda ikki, at spælið hevur verið eins gott og úrslitini.