Næsta ár eru tað liðin 10 ár, síðani fyrsti Summar Festivalurin varð hildin, og dagarnar frá 7. til 9. august 2014 verður tann 11. Summar Festivalurin í røðini hildin í Klaksvík.
Fyrireikingarnar til Summar Festivalin í 2014 eru langt síðani byrjaðar, og nú verður byrjanin til enn eitt festivalbrak av álvara markerað, tí atgongumerkini verða sett til sølu.
– Hesa fyrstu tíðina bjóða vit okkara gestum at keypa vikuskiftispass fyri ein heilt serligan prís. Vit vilja gjarna løna teimum, sum keypa atgongumerki tíðliga og harvið eru við til at skapa grundarlagið undir einum nýggjum festivali, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
– Vit kunngera ikki nakað av stóru útlendsku nøvnunum fyrr enn fyrst í komandi ári, men fólk vita av royndum, at Summar Festivalurin altíð hevur eina spennandi skrá við kendum útlendskum bólkum og nøkrum av teimum bestu føroysku nøvnunum.
Bólkar og solistar sum The Scorpions, Westlife, MIKA, Ronan Keating, Roger Hodgson, Rasmus Seebach, Melanie C, Kim Larsen, Brian McFadden og fleiri hava spælt á Vágsbøi, og flestu av hesum konsertunum hava verið minniligar.
– Enn kunnu vit ikki avdúka nakran av útlendsku bólkunum til næsta festivalin, men vit kunnu lova, at skráin eisini í 2014 verður góð, spennandi og fjølbroytt, sigur Erik Biskopstø.