Summar Festivalurin: Komið í góðari tíð

Roknað verður við sera nógvum fólki á Summar Festivalinum í kvøld, og fyrireikararnir heita á fólk um at koma í góðari tíð, so tey sleppa inn á økið til konsertina við Ronan Keating.

 

Royndirnar vísa, at nógv fólk koma fyrstu ferð á festivalin, tá ið fyrsti stóri útlendski bólkurin spælir. Og hóast tað vóru 5000 fólk á Summar Festivali í gjár, eru tað framvegis nógv fólk, sum ikki hava fingið armbandið uppá. Tí kann roknast við, at tað gerast køir við inngongdina til festivalin áðrenn framførsluna hjá Ronan Keating í kvøld.

 

Forsølan til ársins Summar Festivalin er helst tann besta nakrantíð, og tí kann kvøldið í kvøld gerast tað størsta í søguni hjá Summar Festivalinum. Tí verður heitt á fólk um at fáa armband uppá í dag ella at koma til festivalin í góðari tíð í kvøld.

 

Fyrsta framførlsan á Summar Festivalinum í kvøld verður kl. 19.00, og kl. 22.15 spælir Ronan Keating. Eftir hann spæla eitt nú Dynamit, Divaz og Hanus G. Johansen.

 

?

?