Meðan ágangurin móti altjóða nøvnunum á G! festivalinum frá umhvørvisfelagsskapum hevur verið øgiligur, so hava tey har norðuri á Summar festivalinum ikki merkt tað stóra trýstið.
- Tað hevur faktiskt einki verið seinastu árini. Tað var eitt sindur, tá vit høvdu Cliff Richard sum navn, men vit greiddu honum frá, hvussu tað hekk saman, og vístu á, at ágangurin fór nokk at hasa av. Og tað gjørdi tað so eisini, sigur Erik Biskopstø, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum handan Summar festivalin.
Orsøkina til hetta heldur hann vera, at meðan G! festivalurin hevur nokk so stóra altjóða sjónligheit, so er Summar festivalurin fyrst og fremst fyri føroyingar.
- G! festivalurin er nógv meira sjónligur í altjóða samanhangi. Tey bjóða journalistum uttanlands at koma til Føroyar, og G! festivalur verður líkasum eisini brúktur til at branda Føroyar, sigur hann.
- Summar festivalurin er fyrst og fremst fyri føroyingar. Vit gera til dømis einki burturúr at bjóða útlendskum journalistum hendan veg, og av tí sama eru vit ikki so sjónlig aðrastaðni.
Eisini metir hann, at staðsetingin hevur nakað at siga.
- Nú er festivalurin hjá okkum á einum bøi, meðan stóri pallurin hjá G! er á einum sandi, har grind eisini verður hildin til. Har kunnu felagsskapirnir so eisini leggja myndir út av sandinum og samanbera tá grindadráp er og tá festivalur er. Tað ber ikki til við Summar festivalinum, sigur Erik Biskopstø.