Summar og skilaleys ferðsla

Hóast góðveðurstíðin átti at fingið fólk út at notið náttúruna, so er tað eitt fastgrógvið fyribrigdi í høvuðsstaðnum, at ljósu góðveðursnæturnar og garrvill bilferðsla eru nær tengd hvør at øðrum.

 

Nú er tað so, at kjakið um villu bilferðsluna einans verður umrøtt, tá onkur syndarlig ferðsluvanlukka er hend - og kanska hevur kravt mannalív. Men latið okkum nú kortini dvølvja við evnið - áðrenn feigdin hevur rakt onkran okkara.

Ferðslutrygd kom herfyri fram við sokallaðu null-hugsjónini, har mælt verður til, at vit seta okkum sum mál, at eingin skal doyggja ella verða illa særdur í ferðsluni. Hetta er høgt og vakurt mál at seta sær, sum politikarar og vegamyndugleikar áttu at lagt sær í geyma.


Men hvussu skal farast fram, kunnu vit spyrja. Skulu vit hava løgregluna meiri virkna á gøtuni til tess at halda í nakkanum á ungu dreingjunum - sum við villu bilkoyringini ikki bert eru at meta sum sjálvmorðskandidatar - men so sanniliga eisini sum morðkandidatar.


Eitt eru so 100% vist, at onkur fer at doyggja. Spurningurin er bara hvør og nær.


Meira løgregla er ikki rætta svarið - tí tað í sjálvum sær broytir onga ferðslumentan. Kanska tvørturímóti. Ferðslufrálæruna kunnu vit sjálvandi altíð kjakast um, men tá hon av samfelagnum verður mett sum ein hvør onnur discountvøra, so býður ikki bøtur?


Men við null-hugsjónini í huga kundu vit við at gjørt nakrar fysiskar ábøtur byrgt fyri vanlukkum, sum eftir øllum at døma ikki kunnu fyribyrgjast við at tosa fornuft.


Tann, ið spákar sær ein túr í býnum í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna. Eitt hugskot hevði tí verið, um kommunalu myndugleikarnir løgdu fysiskar forðingar fyri, at tað skal bera ungu bilførarunum til at koyra kapp í miðbýnum.


Eitt ítøkiligt dømi kundi verið, at vegabungur vórðu gjørdar í Havnargøtu - t. e. gøtan frá Café Nátúr og út móti Skansanum. Hetta hevði við tað sama byrgt fyri skilaleysu ferðsluni har, sum er til stóran ampa fyri fólkið, ið har býr - og sum er sera vandamikið. Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor, og eina smala gongubreyt. Eitt undur, at einki álvarsligt óhapp er hent her. Men tá vanlukkan er hend, verður helst onkur fysisk forðing sett upp. Men skilabetur er at gera slíkt, áðrenn skaðin hendir!


Løgreglan hevur viðgingið, at hon ikki hevur tamarhald á hesum fáu ungu monnum; teir hava verið heima og tosað við foreldur, tikið koyrikort o. a., men einki hjálpir.


Ber ikki til at bøta um ferðsluóskilið við at tosa fornuft við fólk, so er rætta loysnin at gera bíligar fysiskar ábøtur, ið steðga skilaleysu koyringini, meðan tann skilagóða ferðslan kann koyra sum um einki var hent.