Summarfestivalurin skumpar ovastevnuna

Komandi álmanakkaár ger, at ein møguligur Summarfestivalur helst fer at skumpa ovastevnuna eina viku longur inn í august mánað

Tað rann kalt eftir rygginum á nólsoyingum sunnudagin, tá Steintór Rasmussen, fyriskipari, meldaði út, at teir at ætla at flyta Summarfestivalin næsta ár eina viku longur inn í august mánað. Hetta merkir nevniliga, at festivalurin í Klaksvík rennur saman við ovastevnu, sum altíð er annað vikuskiftið eftir ólavsøku.

- Eg gjørdist ikki sørt kløkkur, tá eg hoyrdi útmeldingina sunnudagin, tí vit vistu av ongum, sigur Jákup av Skarði, formaður í stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy.

Hann vísir á, at tað ikki ber til at flyta ovastevnuna eina viku fram, tí tá er hon ov nær ólavsøkuni. At flyta ovastevnuna eina viku longur inn í august hevur eisini verið ein trupulleiki undanfarin ár, av tí at so kom stevnan í krambulasju við byrjanina av skúlaárinum.

Men sum komandi álmanakkaár sær út, verður helst møguleiki fyri at útseta ovastevnuna eina viku, uttan at hon rennir saman við skúlaárið. Triðja vikuskiftið eftir ólavsøku 2008 liggur nevniliga 15. og 16. august.

- Nú havi eg ikki tosað við Mentamálaráðið, men er tað soleiðis, at skúlin ikki er byrjaður tá, so kann væl vera, at vit flyta ovastevnuna til triðja vikuskiftið eftir ólavsøku, sigur Jákup av Skarði.

Hann heldur tað í øllum førum vera óheppið, um stevnan og festivalurin verða hildin sama vikuskiftið men leggur afturat, at um so er, at skúlin byrjar áðrenn 16., er tað ikki ómøguligt, at bæði tiltøkini renna saman.

Steintór Rasmussen leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin, um nakar Summarfestivalur yvirhøvur verður, men at ætlanirnar um at flyta festivalin eru nakað, fyriskipararnir hava hugsað um leingi.

- Vit hava leingi prátað um at flyta festivalin eina viku. Vit meta tað vera óheppið at hava ein festival bert nakrar fáar dagar eftir ólavsøku, sigur Steintór Rasmussen, sum sigur seg hava stóra virðing fyri ovastevnu, og hann ivast ikki í, at pláss verður fyri báðum tiltøkum uttan at tað rennir saman við antin ólavsøku ella skúlabyrjanina.