Tvørámenn og gøtumenn kappaðust leygardagin innanhýsis í Gøtu, samstundis sum norðmenn og italiumenn tókust í Fraklandi. Tað sást á áskoðarafjøldini, og tað er einki at liggja omaná, at hjá teimum, sum bæði síggja snillingarnar í sjónvarpinum og sum hyggja at føroyskum fótbólti, verður dygdin hjá landsmonnunum mett uppaftur lakari, enn hon annars hevði verið.
Men uttan mun til hvat hildið verður um heimsstjørnurnar, so var tað eyðsýnt, at í Sarpisgerði var lítil neisti.
Gøtumenn royndu fyrstu løtuna at fáa skjótt flótandi samanspæl í lag, og tað eydnaðist, men tað var heilt skjótt, at teir duttu í grøvina at senda langar bóltar, og tað var lítið hugaligt at síggja.
GÍ kom kortini á odda, tá tjúgu minuttir vóru farnir. Henning Jarnskor, sum aftur hesa ferð mannaði álopið saman við Sámali Joensen, tveitti seg fram og fluktaði diagonalinnleggið frá Magna Jarnskor í málið aftanfyri Rolf Christensen.
Onkrir TB møguleikar
Tað sæst á støðutalvuni, at tvørámenn eru ikki væl fyri. Teir vóru komnir norður til Gøtu fyrst og fremst at varðveita tað stigið, sum teir høvdu, og teir spældu seg til onkran málmøguleika. Eitt nú kom Sasha leysur í 1. hálvleiki, men vinkulin var ov spískur, og so spurdist einki burturúr.
Í 2. hálvleiki hekk tað illa saman hjá GÍ eina góða løtu, og tá var spælið hjá TB úti á miðjum vølli betri skipað. Men tvørámenn megnaðu ikki at spæla seg til teir stóru møguleikarnar, og tá GÍ økti til 2-0, og ein av TB spælarunum varð vístur av vøllinum, var eingin ivi um, at stigini fóru at verða í Gøtu.
Strongdir
Símun Petur Justinussen, sum hesi seinastu umførini hevur stýrt GÍ verjuni væl, noyddist av vøllinum við skaða, tá seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt, og tað tóktist sum um fjáltur var á teimum gulu, ið ikki fingu spælið at flóta.
Eftir at teir vóru komnir upp á 2-0, var útselt hjá TB spælarunum, og so hevði GÍ fleiri møguleikar, t.d. kundu bæði Poul Ennigarð og Sámal Joensen havt økt um leiðsluna, men teir vóru ikki nóg neyvir, og Rolf Christensen, sum ikki hevur vant nakað serligt, stóð seg væl á strikuni. At hann onkuntíð var eitt sindur ótryggur, tá hann fór út í brotsteigin, var ikki so undarligt, tí bóltkenslan kann ikki vera tann, sum hon hevur verið hjá honum.
Nýggjur málskjútti
Henning Jarnskor skoraði til 2-0 upp á brotsspark, tá eitt korter restaði. Miðverjin hjá TB, Sten Sørensen, fekk ostaskorpuna, tá Sámal Joensen fór um koll í brotsteiginum. Tvørámenn vóru ikki nøgdir við dómin, men Jóan Carl Dam stóð við sítt. Tað tóktist kortini nakað margháttligt, at bríkslið ikki kom fyrrenn bólturin var komin væl út um aftur brotsteigin.
Fimm minuttir fyri leiklok staðfesti Súni Olsen, sum hesa ferð var vongspælari í vinstru, GÍ sigurin. Uppspælinum syrgdi mammubeiggin, Pauli Jarnskor fyri, tá hann sendi diagonalt út í vinstra borð til systirsonin, ið skoraði við vinstra beini.
Hetta var fyrsta ferðin, at Súni Olsen skoraði mál í landskappingardysti fyri besta liðið hjá gøtumonnum. At tað ikki var seinasta ferðin er eingin sum helst ivi um, og so kunnu bæði Jarnskorarnir og vit onnur staðfesta, at arvafylgjan er tryggjað!