Ferðavinna
Nairn: Staðið er væl valt og sera væl egnað til at halda summarfrí í. Her er strond, spælipláss, tilboð til teirra, sum eru seint uppi, eins og stutt er inn í miðbýin.
Sólin skínur, og beint niðan fyri heyggin aftan fyri vognin hoyrist sjóðið av havinum, sum er í ferð við at taka seg niðan aftur eftir fleiri fjórðinga longu, hvítu sandstrondini. Munurin á flóð og fjøru er stórur her, og fyri trimum tímum síðan var breiddin á sandinum á leið sum longdin á sinum fótbóltsvølli.
Eg havi sett meg uttan fyri at skriva. Fólk stákast í ymsu vognunum nærindis. Tað hoyrist tónleikur onkunstaðni, onkur er við at fáa sær okkurt at eta, dugi eg at lukta, og her og har er eisini barnaspæl at hoyra.
Og børnini hava góðar umstøður her á staðnum. Eg kann livandi ímynda mær, hvussu her fer at síggja út, tá fólk rættiliga hava fingið summarfrí, og fara at manna allar hesar støðuføstu vognarnar, eins og tey fara at koma við egnum campingvognum og tjøldum, sum góðir møguleikar eru fyri at seta her á støðuplássinum.
Frálíkur vognur
Vognarnir, sum búð verður í á campingplássinum Nairn Lochloy, eru stórir og sera væl útgjørdir. Til víddar eru teir meira enn 40 fermetrar og innrættaðir sum rættilig hús. Stova, køkur, tvey sovirúm, baðirúm við wc umframt eitt lítið wc í stóra sovirúminum. Sofurnar í stovuni kunnu eisini brúkast sum sovipláss.
Teppi eru á øllum gólvunum uttan í køkinum. Tað kann tykjast eitt sindur óheppi at hava teppi á gólvinum í baðirúminum, tí hvørja ferð hurðin til brúsukabinuna verður latin upp, dryppar á teppið, sum soleiðis kann gerast heldur ráligt.
Stovan er útgjørd við tveimum hornasofum, umframt stóli. Har eru borð at eta við, og vanligt lítið sofaborð. Stereoannlegg og sjónvarp eru inni.
Atlantsflog hevur fingið til vega leikur frá BR, soleiðis at børnini skulu fáa sum mest burturúr. Umframt eru eisini videofilmar sum eitt nú Karius og Baktus og Olsen Banden, sum nógv føroysk børn ivaleyst eisini kenna.
Í køkinum er alt, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald. Pottar og pannur. Bestik og servica. Har manglar einki. Gasskomfýrur er inni, eins eins og ovnarnir í vonginum annars eisini eru gassriknir.
Væl útgjørt campingpláss
Umstøðurnar á campingplássinum annars eru minst líka góðar, sum tær eru í sjálvum vogninum.
Økið er rímiliga stórt, og har standa nógvir vognar fast. Eisini er gott pláss til vognar, sum koma og fara, umframt at tjaldingarpláss er.
At hugsað er um børnini, sæst beinanveg, tá ein kemur inn á økið. Har eru tvey spælipláss uttanfyri, umframt at minigolf vøllur eisini er beint framman fyri sjálvum høvuðsbygninginum. Innandura eru millum annað svimjihøll, fitnessrúm og sólmiðstøð.
Til tann aktiva frítíðargestin er ein sera vakur golfvøllur beint uttan fyri hegnið, sum er sett upp fram við vegnum inn á campingplássið. Og ikki nýtist heldur at vera nakar drivin golfspælari fyri at koma higar, tí her er eisini venjingarvøllur til tey, sum ongantíð hava roynt hetta spælið fyrr.
Til hetta campingplássið er knýtt eitt sonevnt »centur«, har tú finnur alt, brúk er fyri. Móttøka og upplýsing er sjálvandi á staðnum, har ein fær at vita um alt tað, sum rørir seg í umráðnum. Ikki bara inni á sjálvum campingplássinum, uttan eisini í býnum og upplandinum.
Handil er, sum selur allar vanligar matvørur og slíkt, hugsast kann at brúk verður fyri á eini frítíðarferð. Eisini ávísar apotekaravørur kunnu fáast í hondkeypi her.
Tann obligatoriski enski Fish & Chips handilin er sjálvandi eisini at finna.
Hevur tú betri hug at fara út um kvøldið, er sjálvandi tann møguleikin eisini til staðar. Pub er, sum fyrrapartin á kvøldinum skipar fyri ymsum barnavinarligum tiltøkum, men sum líður út, líkasum skiftir stíl.
Til teirra, sum hava góðan hug at spæla, ber væl til at sleppa av við pengarnar í automathøllini, sum er opin seinnapart og út á kvøldið. Maskinurnar eru nógvar, sum fegnar vilja taka pengar frá fólki.
Og tá klæðini skulu vaskast eftir allan tann aktivitetin, sum verið hevur, er gott vaskarí at fara til á økinum.
Rundan um
Beint niðan fyri sjálvt campingplássið er fralíka rein og rættiliga long, hvít sandstrond.
Hóat vit eru stødd á bretsku Norðsjóvarstrondini, har annars nógv dálking hevur verið, er líkt til, at júst hetta økið er sloppið rættiliga væl undan hesum trupulleikanum. Ella eisini duga teir bara serliga væl halda umhvørvið reint her uppi.
Onkur helt skemtandi fyri, at vit eru jú i Skotlandi, og skotar eru ikki kendir fyri at blaka nakað burtur soleiðis.
Tann hvíti, fíni sandurin, sum minnir um lýggju Miðjarðarhavsstrendurnar, breiðir seg bæði inn og út við firðinum. Vertur mín segði mær, at út eftir røkkur strondin einar fimm míl, hiðani vit standa.
Beint innan fyri plássið, vit eru á, liggur havnin í Nairn. Ikki stór, og ikki verður hon longur, sum hon varð í gomlum døgum, nýtt til fiskivinnuhavn. Í dag eru tað so at siga bert stuttleikabátar, sum liggja her.
Talan er tó kortini meira um ein bátahyl við tveimum flótibrúm enn um eina veruliga havn. Og flótibrúgvin eigur at vera rættiliga kærkomin her, sum munurin á flóð og fjøru er rættiliga stórur.
So stórur er hann, at á hægstu fjøru kann sandurin vera til breiddar út og inn sum longdin á einum fótbóltsvølli, meðan flóðin heinvegin røkkur heilt niðan undir bakkan.
Býurin
Nairn er lítil, hugnaligur býur, sum ikki er nakað øðrvísi enn aðrir smáir enskir býir. Grá steinhús við nógvum skortsteinum, sum skulu vísa, hvussu nógv rúm húsini hava. Eitt gamalt, bretskt statussymbol.
Býurin var fyrr fiskivinnu- og landbúnaðarbýur. Hann var bókstaviliga býttur í tvey, soleiðis at tey høvdu egnan »Fishertown« niðri í fjøruni, meðan restin búði longri niðanfrá.
Alt broytist her í verðini, og soleiðis eisini hesin sermerkti býuin. Og her, eins og aðrastaðni, var tað fiskurin, sum gjørdi av, hvussu umstøðurnar hjá fólkinum lagaðu seg.
Tá sildafiskiskapurin við gørnum minkaði burtur, fóru teir at royna eftir hvítum fiski við línu. Brúktu øðu og krækling til agn. Men eisini hesin fiskiskapur var viðbrekin, og í dag er ikki fiskibátur eftir at kalla. Onkur hendinga stutleikafiskari sløðist millum hinar stuttleikabátarnar í hylinum.
Men fólki er blítt. Tað er lætt at koma í tos við íbúgvarnar. Øll heilsa »Hello! A lovely day«, og so er prátið byrjað. Hoyra beinanveg, at her er fremmandamaður, og vilja vita, hvaðan hann er.
Jú, Føroyar kenna tey. Onkur veit, at fleiri føroyskar konur komu til Bretlands við hermonnum eftir seinna heimsbardaga. Onkur visti at siga, at føroyingar einaferð mundu vunnið á Skotlandi í fótbólti. Tí vóru teir einki stoltir av.
Val er útskrivað, og á høvuðsgøtuni hanga plakatir á hvørjum steyra, meðan onnur ganga við traktatum. Øll tykjast vera rakt av einum ringum tilburði av valfepuri. Ein maður býður mær traktat. Eg sigi honum, at tað loysir seg ikki, tí eg eri fremmandur. Eri als ikki breti yvirhøvur.
? You're lucky, heldur hann og vil vita, hvaðani eg so eri. Føroyingur? Ja, teir vilja jú hava fullveldi, veit hann.
Hann er skotskur tjóðveldismaður og vil loysa frá UK.