Í kvøld, týskvøldið 29. mai klokkan 18, er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.
Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Farið verður avstað av tveimum støðum klokkan 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Tórður Mikkelsen hugleiðir, og harmonikur spæla undir felagssangi.
– Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis, skriva fyrireikararnir.