Summarprát: Rýmdi heim undan hitanum

Summarprát 2018: Rigmor Dam rýmdi undan hitanum

Brátt er summarið 2018 minnir. Miðlahúsið hevur tí fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar. Her er tað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum greiðir frá. 

 

 

"Summarið byrjaði við, at miðlingurin bleiv studentur, og gildið varð hildið heima á terrassuni við grillpylsum og hondbajarum. Eitt deiligt summarkvøld, sum fer at standa eftir sum ein av mongu ríku lívsløtunum. Tveir dagar seinni fóru vit bæði, maðurin og eg, til Rom, har eg skuldi vera í 22 dagar, og hann í 30 dagar. Eg veit væl, at Rom í juli ljóðar vilt við øllum hitanum, men ætlanin var, at vit skuldu lesa og skriva um dagarnar, og so fara út at hugna okkum um kvøldarnar.

 

 

Vit búðu í Trastevere, ein charmerandi og elligamal býlingur við skeivum húsum, nógvum matstovum, kirkjum og smølum steinløgdum gøtum. Vit høvdu nakrar deiligar og romantiskar dagar, serliga um kvøldarnar, har býurin ýddi av fólki. Um dagarnar fekk eg lisið eina rúgvu og fekk eisini frið at skriva annað enn tað, sum eg vanliga skrivi, til dømis okkurt tilfar til børn, sum kanska verður útgivið ein dag.

 

 

Les eisini: Summarprát: Fyri fyrstu ferð G! og Aria saman aftur

 

 

Tað er so einastandandi gott at fáa frið at fordjúpa seg, at skapa og at vera í arbeiðsflow, har tú gloymir bæði tíð og stað, og bara gleðir teg at koma í gongd aftur, tá tú verður avbrotin av svongd ella svøvni. Men eg má siga sum er, at Rom var alt ov heitt fyri meg, serliga næturnar. So aftaná 12 dagar fór eg heim aftur til mjørkan og frískliga lotið. Eisini heim til 18 ára gomlu dóttrina, sum var einsamøll heima og arbeiddi í Gamla bókahandli, tí studenturin var farin til skips.

 

 

Og niðurstøðan er, enn einaferð, at eg skal ikki suðureftir um summarið! Tí eg elski tað ljósa, sevjumikla og grøna føroyska summarið, har landið er í blómandi skrúð. Rom stendur nú ovarliga á ynskilistanum, men á vári ella heysti, og so gongur leiðin annars suðureftir í ljósið og hitan í januar.  Vónandi havi eg lært tað nú!"