Summarsølustevna við føroyskum handverki

Í fjør skipaðu Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan fyri sølustevnuni Hendur og Hugflog, um Ólavsøkuleitið og undirtøkan frá bæði framsýnarum og vitjandi var so góð, at avgjørt er, at tátturin skal takast upp aftur í ár

Í fjør skipaðu Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan á fyrsta sinnið fyri sølustevnuni Hendur og Hugflog.

Her fingu listhandverkarar, heimavirkisfólk og onnur, sum fáast við vlíka ikki ídnaðarkenda framleiðslu høvið til sjálvi at sýna fram og selja sínar vørur.

Áhugin fyri handverkinum er vaksandi millum fólk, og bæði millum føroyingar og ferðafólk er áhugin fyri einstaklinga framleiddum vørum vaksandi, tí slík framleiðsla er ofta bæði original og upprunakend.

Umleið 100 framsýnarar vóur við, og fleiri enn 3.300 vitjandi vóru inn í gólvinum.

Tí hava fyrireikararnir avgjørt, aftur at hava slíka framsýning í ár.

Í ár verður framsýningin í døgunum 24. til 26. juli og eins og í fjør er karmurin ítróttarhøllin á Hálsi.

Ætlanin við sølustevnuni er at gera vart við tað, sum verður virkað her á landi og geva teim vitjandi eina spennandi uppliving, har úrvalið er fjølbroytt og har mong tiltøk vera, sum eru knýtt at handverkinum.

Á stevnuni verða sýningar, har fólk virka og greiða frá. Eisini vera mótasýningar og onnur tiltøk til undirhalds. Umframt at ætlanin er fáa nakrar føroyskar listhandverkarar uttanlands at luttaka á framsýningini.