Árliga summartiltakið, ið Tórshavnar kommuna kallar ,,Summarsólstøður í Sandagerði”, verður í morgin, fríggjakvøldið 19. juni, klokkan 21. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Meðan fólk savnast og hugna sær, spæla Tróndur Enni og Lív Næs nøkur løg. Eisini fer Joan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, at halda røðu.
Sum vanligt er fara skótar at kylda eitt stórt bál. Síðani verður skipað fyri felagssangi og at enda føroyskum dansi.
Tiltakið er nakað, sum er fyri øll. Millum annað verður skipað fyri ponyríðing til yngru børnini. Ponyríðingin fer fra ímillum klokkan 19 og 21.
Í góðveðrinum í fjør vóru eini 500 fólk til Summarsólstøður. Sambært veðurfrøðinginum í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, kunnu onkrir sólglottar væntast í morgin, og tað verður sum heild turt í veðrinum.