Summartónar byrja í dag: Sámal og Ólavur konsert í Saksun

Í kvøld byrja Summartónar, føroyski summarfestivalurin fyri klassiskum og nútíðartónleiki. Fyrsta konsertin verður í kirkjuni í Saksun, har Sámal Petersen á violin og Ólavur Jacobsen á gittara spæla. Konsertin verður klokkan 16.00, og á skránni eru stykki eftir brasilumanninum Heitor Villa-Lobos (1887-1959), sum er kendur fyri at gera tónleik til klassiska gittaran, og Georg Friedrich Händel (1685-1759).

Harumframt verður ein føroysk frumframførsla at hoyra. Tað er Edvard Nyholm Debess, sum hevur skrivað eitt stykki, sum hann bara kallar »Variatiónir fyri solofiól«.

Sama konsert verður at hoyra í Havnar Kirkju morgunin eftir (leygardagin) klokkan 11.30


Sámal Petersen

Hann spælir violin. Hann lærdi á tónlistaskúlanum í Odense hjá Béla Detrekóy, Alexander Fisher og Arne Balk-Møller. Hevur eisini lært í Wien hjá Ernst Kovacic og Maigraed McCrann. Fingið skeið hjá Valerij Klimov og Kristinu Altenburg. Hann starvast í løtuni á Musikkskúlanum og er leiðari fyri Føroya Symfoniorkesturi.

Framførslurnar hjá Sámali:

Saksun, kirkjan fríggjadagin 19. juni klokkan 15.00

Tórshavn, Dómkirkjan leygardagin 20. juni klokkan 11.30

Runavík, Høganes sunnudagin 21. juni klokkan 16.00


Ólavur Jakobsen

Hann hevur verið gittarnæmingur á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum, har hann var undir veingjum Ingolfs Olsen. Haðani fór hann til Gabriel Fauré Conservatoire í Paris at læra. Hann hevur tikið skeið hjá Julian Bream og David Russel og arbeiðir í løtuni sum lærari og freelance tónleikari í Keypmannahavn.

Saksun, kirkjan fríggjadagin 19. juni klokkan 15.00

Tórshavn, Dómkirkjan leygardagin 20. juni klokkan 11.30

Runavík, Høganes sunnudagin 21. juni klokkan 16.00

Tórshavn, Listaskálin leygardagin 27. juni klokkan 20.00


Edvard

Nyholm Debess

Edvard er tónaskald og tónleikari úr Havn. Hann var sum ungur virkin rokk- og popptónleikari, men hevur síðani valt tann klassiska tónleikin og jazzin framum.

Hann hevur lært at spæla kontrabass hjá Johan Poulsen og Niels Henning Ørsted Pedersen í Keypmannahavn og hjá Jens Holm á Musikkonservatoriunum í Århus, haðani hann tók prógv í kontrabasspæli og -frálæru.

Edvard Nyholm Debess er fjølbroytt tónaskald, sum hevur skrivað verk bæði fyri symfoniorkestur, hornorkestur, kór og smærri bólkar, so sum strúkikvartett og blásarakvintett. Harumframt hevur hann eisini skrivað fleiri jazzkomposisjónir og rútmisk verk.

Á Summartónum í ár verða tvey av hansara verkum framførd: Skrúðgonga fyri hornorkestur (1997) og Variatiónir fyri solo violin (1998).