Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Ajax framdu eina stóra sensasjón í kvøld, tá tær í útidysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vunnu á Team Esbjerg.
Súna gjørdi sítt við at skjóta trý mál. Hon kom til aðrar góðar støður, og hevði hepnið verið við føroyska landsliðsleikarunum høvdu málini verið væl fleiri.
Millum leikararnar hjá Team Esbjerg er norska Nora Mørk, ið fyri stuttum var vald at vera heimsins besti hondbóltsleikari.
Ajax vann 19-15 á Team Esbjerg, ið veddingarfyritøkurnar høvdu sum ein risastóran favoritt til at vinna á Ajax í kvøld.
Í steðginum var Ajax á odda 13-12. Ajax vann sostatt seinna hálvleik við 6-3, ið eru óvanliga fá mál í einum hondbóltsdysti.
Sara Lønborg í Ajax-málinum hevði eitt bjargingarprosent uppá heili 54 prosent. Tað merkti so, at føroyski landsliðsmálverjin hjá Ajax, Rakul Wardum ikki slapp á vøllin í kvøld.
Triði føroyski landsliðsleikarin hjá Ajax, Lív S. Poulsen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ajax í kvøld.
Talan var um fyrsta dystin hjá Ajax í bestu deildini hetta kappingarárið, og staðfestast má, at tær byrjaðu kappingina við einum braki.
Komandi leygardag spælir Ajax móti Viborg á heimavølli.
Team Esbjerg – Ajax 15-19 (12-13)
Team Esbjerg : Marit Jacobsen 5, Nora Mørk 4, Julie Jacobsen 2, Kaja Kamp Nielsen 2, Michala Møller 1, Vilde Ingstad 1.
Ajax : Anna Grundtvig 7, Rosa Schmidt 3, Súna K. Hansen 3, Emma Petersen 1, Amanda Hansen 1, Katrine Jacobsen 1, Cecilie Specht 1, Simone Pedersen 1, Sarah Lønborg 1.
##med2##
##med3##