Tað var ávísur spenningur um, hvør fór at vinna ólavsøkuróðurin og FM heitið í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Hvessingur leyp avstað, og eftir startspurtin var hann frammanfyri Sundabátin.
Teir á Sundabátinum mistu tó ikki áralagið og fokus. Tá ið teir komu á Molan hevði Sundabáturin lagt seg upp á síðuna av Hvessingi, og so munaði tað meiri hjá Sundabátinum, sum stútt og støðugt fór frá Hvessingi.
Í endaspurtinum royndu teir á Hvessingi at minka um munin, men tað riggaði ikki. Sundabáturin stevndi trygt ímóti ólavsøkusigrinum og FM heitinum.
1. Sundabáturin 4.47.04
2. Hvessingur 4.51.42
3. Hósvíkingur
4. Fortuna
5. Lómur
6. Jarnbardur
FM úrslitið
1. Sundabáturin (FM) 47
2. Hvessingur 44
3. Hósvíkingur 32
4. Lómur 23
5. Fortuna 19
6. Jarnbardur 15
7. Sølmundur 4