Í løtuni spælir EB/Streymur fyri fyrstu ferð nakrantíð í europeisku kappingini. EB/Streymur spælir á útivølli í Finlandi, og eftir 1. hálvleik er støðan móti MyPa málleysur javnleikur.
MyPa hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, og teir hava havt møguleikar at skjóta mál, men René Tórgarð hevur higartil megnað at halda tætt.
EB/Streymur hevur onkra ferðina verið í vandamiklum mótálopum. Eitt nú hava Hans Pauli Samuelsen og ungverski álopsspælarin verið í góðum mótálopum.