Sundalagið kappast í tónleiki

Í kvøld, leygarkvøldið, verður tónleikakapping í Eydnuni á Oyrarbakka. Tilsamans átta tónleikara úr Sundalagnum fara syngja og spæla, og áhoyrararnir sleppa eisini upp í part við sms-atkvøðum, sum hava ávirkan á, hvør sleppur víðari í finaluna.

Umframt tað eru eisini tveir dómarar, Jan Lamhauge og Árni Joensen, sum koma at avgera, hvør vinnur finaluna.

 

Fyrsta umfarið byrjar hálvan tíma eftir midnátt, altso klokkan 00.30 og finalan verður klokkan tvey. Í steðgunum fer diskarin End Banshees at undirhalda.

 

Tónleikaranir, sum kappast í Eydnuni leygarkvøldið, eru Annika Vang, Sveinur Bjarkason, Ester Kristiansen, Gurli Tummarsardóttir Niclasen, Reverse 101, Petur Edvin J. Højgaard, Guðrun Durhuus og Tummas Larsen.