Sunderland 'Til I Die: Ein ítróttarsorgarleikur

Hyggjaralistin hjá In.fo: Dokumentarnir um Sunderland er ein sorgarleikur um eitt fyrrverandi stórfelag

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja at venja aftur, so fer In.fo at geva tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina til ítrótturin aftur fer í gongd.

*Til ber at síggja "Sunderland 'Til I Die" á Netflix

"Sunderland 'Til I Die" er ein dokumentarseria um norðurenska stórfelagið Sunderland, sum í dag spælir í triðjbestu deildini í Onglandi. Tað er Netflix, sum er stendur aftanfyri framleiðsluna. Fyrsta sesong var ein reinur ítróttarsorgarleikur, har Sunderland flytur niður í triðjbestu deildina.

Nú er sesong 2 komin út. Hesa ferð er eitt sindur av gleði at fáa eyga á, men gongur sjáldan sum tað skal í Sunderland. Soleiðis er eisini hesaferð. Dokumentarserian gevur framúr atgongd til spælarar, leiðslu og viðhaldsfólk til kappingarárið 2018/19.

Tú skal tó gera tær sjálvum eitt greitt. Hetta kemur ikki upp á knøini á ”The Last Dance” við Chicago Bulls og Michael Jordan. Hetta er ein League One felag og her eru ikki seks meistaraheiti at taka av, ella nøkur heimsstjørna á liðnum.

Hinvegin, so er talan um nakað, sum er nærri jørðini enn Michael Jordan. Serliga er áhugavert at fylgja leiðsluni, sum skal fáa samanhang millum inntøkur og útreiðslur nú felagið er flutt niður tvær ferðir upp í slag.

Dokumentarserian snýr seg í stóran mun um tað, sum hendir uttanfyri vøllin, men verður undirbygt við góðum upptøkum á vøllinum. Tað eru ongar liðuppstillingar og taktikkfundir, men alíkavæl fært tú eina mynd av hvat gongur væl og hvat gongur minni væl. Tað kann taka eina løtu at blíva fangaður av 2. sesong, men fyri hvønn part verður tú drigin inn í lívið sum fjeppari hjá Sunderland. Og tað er ikki bara stuttligt!

Dokumentarserian er ikki ein seria, sum tú absolut mást síggja. Tað er “The Last Dance”, men hendan er góð og verd at brúka eina løtu uppá. Serliga um tú saknar fótbólt í sjónvarpinum.

Hyggilistin hjá In.fo:

- The Last Dance við Michael Jordan

- Frá Diego til Maradona (DR.dk)

- 9.79* Søgan um Ben Johnson og Seoul 1988 (DR.dk)

- Seinasti túrurin hjá Marco Pantani (DR.dk)

- Lance Armstrong: Frá byrjan til enda (DR.dk)