Stóru tónleikararnir Jens Lisberg og co., Martin Joensen og co., VOX og Kristel Lisberg gjørdu leygardagin enn eitt hál fyri vælgerðina.
Tann 8. november varð skipað fyri stuðulskonsert í Vesturkirkjuni í Havn, og tá savnaðust um 900 fólk at lurta eftir teimum. Nú skuldi succéin endurtakast, og varð tí skipað fyri stuðulskonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík, har somu tónleikarar tóku lut.
Áhugin fyri konsertini var stórur, og tað eydnaðist eisini at savna eini 700 fólk til stuðulskonsertina í Klaksvík.
Lótu 50 krónur í part
Tað var ókeypis at koma inn at lurta eftir stuðulskonsertini, men so kundu fólk lata nøkur oyru í hattarnar hjá Jens Lisberg, sum fóru runt í kirkjuni. Og tað var ikki eiti á, sum tey fingu savnað.
Sverri Steinhólm, prestur, er ein av fyriskiparunum, og hann er sera væl nøgdur við stuðulskonsertina.
- Tilsamans fingu vit savna knappar 33 túsund krónur inn. Peningurin er oyramerktur, og fer til at byggja nýtt blákrossheim á Nesi.
Sostatt lótu tey, ið vóru og lurtaðu, næstan 50 krónur fyri hvørt høvdið, og presturin var takksamur.
Eisini tónleikararnir fingu nøkur blíð orð við á vegnum.
- Tað eru nógvir dugnaligir tónleikarar, ið taka eina hond við í hesum arbeiðinum, og eg eri væl nøgdur við stuðulskonsertina, og haldi at fólk tóku væl undir við henni, sigur Sverri Steinhólm, prestur og ein av fyriskiparunum av stuðulskonsertini.