Royndi miðvallarin hjá Víkingi, Súni Olsen, viðgongur at talan var um ovurhondsstóra mótstøðu úr Kroatia, tá Víkingur í kvøld tapti heili 5-1 fyri Rijeka í triðja umfari í Europa League. Hann hevur tó hug at ilskast um makedoniska dómaran, Dimitar Meckarovski.
Les eisini: - Besta liðið síðani Fenerbahce
- Undan dystinum heilsast og klemmast dómararnir og spælarar hjá Rijeka. Teir kunnu tosa saman á teirra málið og velja at gera tað undir dystinum. Tað haldi eg ikki er rætt, sigur Súni Olsen.
Les eisini: Víkingur - Rijeka 1-5
- Tá vit spældu móti Tromsø í Norra, tá høvdu vit ein íslendskan dómara. Onkur av okkum royndi at tosa við hann á íslendskum, men hann valdi at svara okkum aftur á enskum, sum er eitt altoða mál, sum mótstøðuliðið eisini skilir. Tað hildu vit eisni vera fair, sigur miðvallarin.
- Vit fingu lítið og einki frá teimum. eitt dømi er, tá vit kasta langt innkast. Teir hanga tveir mans í Andreas Lava, men hann dømur einki. Tá helt eg, at vit áttu brotsspark, sigur Súni Olsen.
Hoyr samrøðuna við Súna Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.