Dómur er nú fallin í málinum millum Suna á Dalbø og North Atlantic Provider. Fyrrverandi stjórin í felagnum fekk fult viðhald í kravinum uppá knappar 200.000 krónur, sum hann sambært rættinum eigur til góðar hjá felagnum. Dómurin varð feldur tann 1. juni 1999.
Upphæddin, felagið er dømt at gjalda, er fyri sáttmálabundnar skyldur hjá felagnum mótvegis fyrrverandi stjóranum. Talan er um beinleiðis løn og einstakar aðrar samsýningar. Felagið skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.
Suni á Dalbø sigur seg sum heild vera keddan av málinum, men hann fegnast tó um at hava fingið viðhald í rættinum um, at uppsøgnin var ógrundað og at endurgjaldskravið varð staðfest.