##med2##
Súni Fríði Johannesen, ið hevur spælt við bæði NSÍ og B68 var gestur hjá Hera Simonsen í Fótbóltspanelinum seinnapartin í dag. Súni Fríði umrøddi dystir millum NSÍ og B68 fyrr og nú, við denti á minniliga dystin í seinasta umfarinum í 2006, tá NSÍ við 2-0 sigri á B68 við Løkin í Runavík sendi B68 niður í næstbestu deildina. Tað sveið eyka nógv hjá toftafólki, at runavíkingar skutu fýrverk fyri at feira niðurflytingina hjá B68.
Fyri Súna Fríða, ið hevði vunnið FM við B68 í 1992 og Greipuna við HB í 1998 var niðurflytingin í 2006 ringasta løtan hann hevði sum fótbóltsleikari.
Heri ringdi eisini til Trónd Arge, ið metti um 26. umfar í Betrideildini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
FM1 fer sunnudagin at senda beinleiðis úr Runavík frá klokkan 14. Reportarar vera Petur Jákup Heinesen og Petur Asbjørn Lervig. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og B68, ið byrjar klokkan 15.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo