Suni vann ferðina

Síðan 14. september 2004 hevur Sp/f Bil Mini-Taxi skipað fyri eini kapping, har kundi nr. 2500 vinnur ein Apex-ferðaseðil við Atlantic Airways. Hósdagin 7. oktober var Suni Bjartalíð úr Klaksvík ein av hepnu vinnarunum

Tá klaksvíkingurin Suni Bjartaliíð kom á Farstøðina í Havn hósdagin 7. oktober og leigaði sær ein hýruvogn út á Landssjúkrahúsið frá bilstøðini Bil Mini-Taxi, visti hann ikki, at hann hevði vunnið ein ferðaseðil frá Atlantic Airways.

Tá Suni skuldi gjalda fyri túrin, fekk hann at vita frá bilføraranum, at túrurin var ókeypis, og hann hevði vunnið ein Apex-ferðaseðil frá Atlantic Airways. Orsøkin var, at hann var kundi nr. 2500 hjá Sp/f Bil Mini-Taxi, síðan kappingin byrjaði tann 14 september.

Talan er bert um innringdar túrar, ella har fólk koma á støðina og biðja um hýruvogn.

Við í vinninginum er koyring til og frá Flogvøllinum, um vinnarin býr har sum koyrandi er til. Í hesum føri verður Suni heintaður í Leirvík og koyrdur vestur á Flogvøllin.

Kappingin byrjaði 14. september og verður fram til 14. november, so nakrir vinnarar verða afturat, áðrenn kappingin endar.