Sunleif skal opnar hurðar fyri Listastevnuna

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er valdur til heiðursforseta fyri Listastevnu Føroya. Fremsta uppgávan hjá honum verður at tryggja listarliga støðið

FORSETI

Nei, tað er ikki á hvørjum degi, at vit í Føroyum fáa eina forseta. Í hesum førinum er talan um ein heiðursforseta fyri Listastevnua Føroya. Navnið á nýggja forsetanum er Sunleif Rasmussen, og hann er valdur í eitt fimm ára tíðarskeið.
Stýrið fyri Listastevnuna helt týsmorguni tíðindafund, har kunngjørt varð, at Sunleif er valdur til heiðursforseta.
?Talan er um ein yvirordnaðan leiklut, har Sunleif skal minna okkum á, at talan er um eina listarliga stevnu, og listarliga støðið skal vera høgt, sigur Birgir Kruse, sum er næstformaður, umboðandi Tórshavnar býráð, í stýrinum fyri Listastevnua Føroya.
Hetta við heiðursforsetum er vanligt í tílíkum høpi við listarligum stevnum ella felagsskapum. Ofta er talan um kongalig ella viðurkend listarfólk. Í Føroyum hevur stýrið so funnu fram til, at Sunleif Rasmussen eigur at vera hóskandi forseti.
Sum nevnt verður leikluturin hjá Sunleifi ógvuliga yvirordnaður, og hann fer ikki at taka lut sjálvari tilrættarleggingini av stevnuni, men hinvegin skal hann vera garantur fyri støðið á stevnuni.
Og kanska mest týdningarmikið: Sunleif skal vera við til at opna hurðar fyri Listastevnuna, soleiðis at stór og góð listarfólk fáast til okkara oyggjar á listastevnu. Hetta eru bæði stýrið og Sunleif vorðin samd um.
Í næstum fer Sunleif bæði til Berlin og seinni til Írlands í arbeiðsørindum, har skal hann so eisini skal royna at selja Listastevnuna fyri útlendskum nøvnum.

KENT
Arbeiðið at fyrireika Listastevnuna 2003, sum verður hildin í døgunum 7. til 17. august, er farið ígongd.
Oddvá Nattestad, sum er samskipari fyri Listastevnu Føroya, sigur, at áhugin fyri stevnuni vísir seg at vera sera stórur í útlondum. Eitt nú írska balletin vísti áhuga, tá Oddvá herfyri var á vitjan í Írlandi. Har fekk hon eisini eitt stórt inntryk av, at áhugin er stórur nógvastaðni fyri listastevnuni í Føroyum.
Fyrireikararnir kunnu eisini váttað, at samráðingar í løtuni fara fram við svenska bólkin Kent. Talan er um ein av best umtóktu bólkunum í Svøríki. Teir vunnu herfyri European Music Award frá MTV fyri ?Best Nordic Act?. Talan er skilliga ikki um hvønn sum helst.
Upplýst verður, at arbeitt verður við at fáa bólkin til Føroya í august á Listastevnuna, men verri enn so allar súðir eru syftar enn. Sum støðan er nú, er tað langt frá ómøguligt, at Kent fer at spæla fyri føroyingum í august.

9.000 vitjanir
Nú er eisini gjørt upp, hvussu tað hilnaðist við Listastevnuna 2002. Birgir Kruse upplýsir, at tað vóru umleið 9.000 vitjanin til tey mongu tiltøkini, ið Listastevnan borðreiddi við í ár.
Hann nýtti eisini høvið at takka teimum mongu stuðulinum.
?Bæði føroyskt vinnulív og ymsar grunnar hava stuðlað. Ætlanin hjá okkum er í framtíðini, at tiltakið skal hvíla meira í sær sjálvum við sama góða stuðuli, har minni trýst verður lagt á Norðurlandahúsið, sigur Birgir Kruse.
Eitt nú nevndi hann skipanina við Listastevnu vinum, sum skulu gjalda 25.000 kr. í sponsorati og fáa ymiskt afturfyri.
?Vit vilja møta vinnulívinum, sigur Birgir Kruse.