Planetin heldur fram at spyrja fólk við Múrin, hvussu tey uppliva hann Hví ert tú við Múrin?
Tí tað er besti festivalur í Føroyum. Men tað sigur seg sjálvt, tí hann er í Havn.
Hvar býrt tú við Múrin?
Eg koyri ímillum. Ella eg koyri ikki sjálv. Men tað er gott bussamaband.
Hvat er tað besta?
Ace of Base, tí har kann mann syngja við. Og fólkini sjálvandi.
Hvat er tað ringasta?
Regnið.
Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?
Ace of Base, Anna David og so vóru Faroe5 fittar.
Hevur tú skorað við Múrin?
Nei, mann kann ikki hava fleiri.
Ert tú bilsin av nøkrum?
The Ghost. Tað var mega feitt.
Hevur tú fingið svínakrím?
Nei. Ikki enn.
Verður tú allar dagarnar?
Ja, tí eg vil hava alt við.