Sunnleif Rasmussen tilnevndur íslendska leiklistaheiðursløn

Sunnleif Rasmussen, tónaskald, er tilnevndu íslendsku leiklistaheiðurslønina ?Grímuna? fyri tónleikin, ið hann gjørdi til operuna ?Í Óðamansgarði? Enn einaferð hava okkara úrmælingar á mentanarpallinum prógvað, at tey skara framúr, eisini á altjóða leikpalli. Sunleif Rasmussen, tónaskald er í dag tilnevndur til íslendsku leiklistaheiðurslønina ?Grímuna? fyri tónleikin, sum hann hevur komponerað til operuna ?Í Óðamansgarði?. Eisini Lárus Bjørnsson er tilnevndur til eina Grímu fyri avrík sítt at skipa ljóssetingina til Óðamansgarð.

 

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur, at Sunnleif og hini handa operuna ?í Óðamansgarið? eru besta prógvið um, at ein íløga í egna mentan, er tann besta íløgan, vit kunnu gera.

 

-Hetta er ein gomul søga um teir afturvendandi stóru tilveruspurningarnar í nýggjum kørmum og hami. At tað bar til at seta so stórt listaverk upp í Føroyum, har ressursurnar eru so avmarkaðar, er ótrúliga flott klára. Eg vóni, at tað fer at eydnast at koma á pall í øðrum londum eisini, sigur Helena Dam á Neystabø