Sunnudagsskúlasangir komnir út á fløgu

Nýggj fløga við føroyskum sunnudagsskúlasangum er komin út. Tað eru børn og ungfólk úr Eysturoynni, sum syngja sangirnar á útgávuni

 

Vit eru glað.

Soleiðis kallast nýggj føroysk fløga, sum júst er komin út. Hetta er ein fløga við sunnnudagsskúlasangum, sum børn og ung úr Runavík og av Toftum hava sungið inn.

- Tankin at gera eina fløgu við sunnudagsskúlasangum hevur leingi verið ein dreymur, og eftir fleiri áheitanir avgjørdu vit av at royna, um hetta kundi lata seg gera, siga Anita og Oddmar Tausen, sum hava tikið stig til nýggju útgávuna.

Útgávan hevur fingið navn eftir einum av teimum trimum nýggju sangunum, sum eru á útgávuni.


Onkir nýggir sangir

Hans Poulsen hevur lagt tónleikin til rættis. Í november byrjaði Hans at spæla tónleikin inn, og hann hevur arbeitt við hesum líka síðani. Hann hevur spælt so gott sum allan tónleikin inn sjálvur, og hann hevur eisini staðið fyri upptøku av sangunum.

Teir flestu sangirnir eru kendir sunnudagsskúlasangir - men onkur nýggjur er eisini. Símun J. Hansen hevur gjørt ein sang, og Hervør S. Djurhuus hevur gjørt tveir sangir - annar teirra ber fløguheitið, Vit eru glað.

? Okkara vón er, at Harrin skal signa hesa fløgu, og at øll, sum lurta eftir henni, skulu verða fylt av gleði. Jesus eigur størstu æruna fyri at henda fløgan kundi verða veruleiki - tí um Hann ikki var - so høvdu vit ikki havt nakað at sungið um, siga Anita og Oddmar Tausen.

Í sambandi við útgávuna av fløguni hava sangararnir á útgávuni sungið í Havn og Klaksvík.